20 ára gamla Silja Arngrímsdóttir Müller úr Neistanum hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við hondbóltsfelagið Val í Reykjavík, sum gjørdist íslandsmeistari í fjør.
- Eg gleði meg at hitta og arbeiða saman við Silju. Tað er eingin ivi um, at hon hevur tíðina frammanfyri sær, og vit vera noydd at geva henni tíð at koma inn í umhvørvið, sigur málmansvenjarin hjá Vali, Hlynur Morthens, við heimasíðu felagsins.
Silja Arngrímsdóttir Müller hevur spælt 26 dystir á føroyskum ungdómslandsliðum og hevur eisini verið við til tríggjar A-landsliðsdystir.
Hon hevur áður spælt í Íslandi. Fyri nøkrum árum síðani spældi hon eitt skifti við Haukar í Hafnafirði. Pápi Silju er íslendingur.
Allan Norðberg spælir eisini við Vali. Strandingurin og Valur gjørdust fyrsta felag við einum evropeiskum steypi tá teir fyrr í ár vunnu European Cup.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald