Håkan Ericson segði á tíðindafundinum í gjár, at broytingar fóru at vera á føroyska liðnum - heilt upp til sjey. Nú er endaliga greitt, at soleiðis verður.
Liðformaðurin Viljormur Davidsen, sentralu miðvallararnir Sølvi Vatnhamar og Jákup Biskopstø Andreasen, umframt René Shaki Joensen fáa afturval í byrjanaruppstillingini. Shaki spælir hesuferð sum høgri kantur ístaðin fyri høgri bakkur.
Hinir sjey í dagsins byrjanaruppstilling byrjaðu á bonkinum í Moldova fríggjakvøldið. Teir skulu royna seg frá byrjan í dagsins venjingardysti. Fyri Víkinga-málverjan Bárð á Reynatrøð og Sligo Rovers-miðvallaran Stefan Radosavljevic er talan um fyrsta A-landsdystin frá byrjan.
Stefan Radosavljevic varð innskiftur í báðum venjingardystunum í november. Hann skoraði í tí seinna - í Kosovo (Mynd: Sverri Egholm)
Áhugavert er eisini, at Pætur Petersen verður einsamallur miðframherji. Orkuríki skálvíkingurin byrjaði eisini inni í venjingardysti í Kosovo í november. Tá skoraði Stefan Radosavljevic. Teir báðir fóru í vetur uttanlands at royna seg - ávikavist Írlands og Íslands. Áðrenn spældu teir við HB. Hanus Sørensen og Ári Mohr Jónsson úr HB eru eisini nýggir á liðnum.
Hesaferð manna royndu Heini Vatnsdal og Rógvi Baldvinsson miðverjuna í staðin fyri Odmar Færø og Gunnar Vatnhamar, sum spældu væl í Moldova.
Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic, Ári Mohr Jónsson - Pætur Petersen
Føroyar og Norðurmakedónia spæla klokkan 17 í Skopje. Kringvarpið stroymir dystin á kvf.fo her, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn á fm1.fo.
Rættað: 16.21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald