Fótbóltur

Video: Sjey mál í fimta umfari

Her ber til at síggja tey sjey málini, sum vórðu skoraði í Betri Deildini hjá kvinnum farna hóskvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-20 16:53 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Klaksvíkskvinnur halda fram við at vinna, og hava lagt sjógv millum seg og hini liðini. Hóskvøldið varð fult umfar spælt í Betri Deildini hjá kvinnum, og tilsamans sjey mál vórðu skoraði í teimum trimum dystunum.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini.

Úrslit og málskjúttar

B36 - KÍ (0-2)
27' Malena Olsen 0-1
72' Rannvá Biskoptstø Andreasen 0-2

EBS/Skála - HB (1-2)
65' Julia Naoomi Mortensen 0-1
72' Anna Katrina Mikkelsen 1-1
90' Birna Tummasardóttir Mikkelsen 2-1 brotsspark

ÍF/Víkingur/ÍF - NSÍ (1-1)
39' Rúna Olsen 0-1 brotsspark
77' Jacoba Langgaard 1-1 brotsspark

Stigatalvan eftir fimm umfør

1. KÍ (15 stig)
2. B36 (6 stig)
3. NSÍ (5 stig)
4. ÍF/Víkingur/B68 (4 stig)
5. EBS/Skála (4 stig)
6. HB (3 stig)

Sunnudagin eru dystirnir hesir: B36 – HB, NSÍ – KÍ og EBS/Skála – ÍVB.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder