Í summar verður aftur oyggjaleikir á skránni. Hesaferð verða leikirnir hildnir í Gibraltar, bretska handanhavshjálandið á suðurspíssinum av iberisku hálvoynni.
Fyrr í summar kunngjørdi svimjisambandið tíðirnar, ið verða kravdar fyri at koma upp á tal til oyggjaleikaliðið. Tá FM í stuttgeil var í Havn herfyri, vóru ikki færri enn sjey svimjarar, sum vístu seg at vera nóg skjótar til at klára kravtíðina.
Kravtíðin verður sett sum ein miðaltíð av bronsutíðini á teimum trimum seinastu oyggjaleikunum.
Tey sjey, sum káraðu kravtíðirnar til oyggjaleikirnar í Gibraltar eru hesi:
Birita Debes (1995), FLOT: 29.39 og 29.79 í 50 rygg (kravtíð 29:95)
Signhild Joensen (2000), Ægir: 29:01 og 29:29 í 50 rygg (kravtíð 29.95), 1.00.90, 1:00.98 og 1:02.95 í 100 rygg (kravtíð 1:03.59) og 2:10.37 og 2:16.67 í 200 rygg (kravtíð 2:18.45)
Vár E. Eidesgaard (2001), HS: 57.32 í 100 frí (kravtíð 57.91), 9:03.78 í 800 frí (kravtíð 9:12.85) og 1:05.74 í 100 blandað (kravtíð 1:05.91)
Alvi Hjelm (1996), HS: 2:19.54 í 200 bringu (kravtíð 2:20.79) og 4:25.36 í 400 blandað (kravtíð 4:32.91)
Óli Mortensen (1996), HS: 1:51.78 í 200 frí (kravtíð 1:52.49), 15:22.03 í 1500 frí (kravtíð 15:57.77) og 2:05.19 í 200 rygg (kravtíð 2:05.92)
Rókur Trygvason (2000), Ægir: 2:18.95 í 200 bringu (kravtíð 2:20.79)
Róland Toftum (1998), SuSvim: 28.55 og 28.82 í 50 bringu (kravtíð 29.86) og 1:03.85 í 100 bringu (kravtíð 1:04.95)
Enn eru tríggjar stevnur eftir, har møguligt er at klára kravtíðina. Tann næsta verður komandi vikuskifti, ein stevna, ið eftir ætlan skuldi vera í Klaksvík, men nú verður í Havn ístaðin. Í 2019 verða tveir kjansir afturat.
Heimasíðan svimjing.com skrivar, at eitt sera jaligt úrslit er, at vit longu hava tilfar til eina góða stafett hjá monnum, og bara mangla éina gentu til at hava eina góða stafett hjá kvinnum eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald