Í desember er ein rúgva av fótbólti í Onglandi. 15. umfar er miðvikuumfar, og í kvøld vórðu fýra dystir leiktir.
Oddaliðið Manchester City var á vitjan hjá Watford. Heimaliðið var væl við í dystinum í 1. hálvleiki og ímóti endanum av dystinum, og trýsti til tíðir City væl. Millum annað hevði Troy Deeney ein risamøguleika miðskeiðisí 1. hálvleiki, ið Ederson fekk vart væl fyri. City hevði eisini sínar møguleikar, og hóast liðið hjá Guardiola var uttan De Bruyne og Aguero í hópinum og hevði Sterling á bonkinum, so var tað ov sterkt til Watford.
Dysturin varð avgjørdur við málið fimm minutir fyri hálvleik og málið fimm minuttir eftir hálvleik. Í 40. minutti legði Mahrez inn fyri til Sané, ið við bringuni setti bóltin í málið. Eftir steðgin setti Mahrez seinasta fótin á sjálvur. Gabriel Jesus hevði tveir stórar møguleikar at avgera dystin; ístaðni fingu Watford og Doucoure spenning í aftur fimm minuttir fyri leiklok. City stóð tó ímóti og er aftur fimm stig á odda.
Brighton og West Ham vunnu bæði á heimavølli og eru fyribils leys av niðurflytingarstríðnum. Brighton fekk annars Shane Duffy útvístan í 28. minutti, tá støðan var 1-0 til heimaliðið. Í London komu øll málini í 2. hálvleiki. Bournemouth vann smalan sigur og er nú á 6. plássið.
Bournemouth – Huddersfield 2-1 (2-1)
Brighton – Crystal Palace 3-1 (3-0)
West Ham – Cardiff 3-1 (0-0)
Watford – Manchester City 1-2 (0-1)
Í morgin eru seks dystir. Liverpool, Chelsea og Tottenham skulu royna at nærkast City aftur; United og Arsenal hittast til spenanndi dyst á Old Trafford, og Ranieri tekur ímóti sínum gamla felagið.
19.45: Burnley - Liverpool
Everton - Newcastle
Fulham - Leicester
Wolves - Chelsea
20.00: Manchester United - Arsenal
Tottenham - Southampton
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald