KÍ byrjaði kappingarárið við javnleikum móti HB og Víkingi. Síðani eru klaksvíkingar ikki farnir av vøllinum í Betrideildini uttan at vinna Í kvøld helt KÍ eisini málið reint fjórða dystin útav teimum seinastu fimm. Liðið hjá Mikkjal Thomassen hevur bert latið fimm mál inn fyrsta triðingin, og hevur eitt stig meira enn met-liðið hjá HB hevði eftir níggju umfør í kvøld.
Uppgávan hjá KÍ í kvøld var trupul. Skála hevur havt eitt gott kappingarár, og hagtølini vísa, at klaksvíkingar hava tað trupult undir Mýruhjalla. Bæði liðini vóru tætt við at vera fullmannaði; næstan bert leikarar við longri skaðum so sum Søren Nielsen, Edvin Jakobsen (Skála) og Óli Eyðsteinsson Poulsen (KÍ) vóru ikki við; Janus Svabo Samuelsen manglaði eisni hjá Skála.
Klaksvíkingar løgdu hart út og løgdu trýst á heimaliðið við og uttan bóltinum. Tað gjørdist ikki til nógvar upplagdar málmøguleikar fyrstu løtuna, men í 27.minutti kom hol á. Patrik Johannesen streyk avstað í vinstru síðu, og fór umkoll beint við baklinjuna eftir nærdyst við Jákup Jakobsen. Simen Sandmæl legði frísparkið væl til aftaru stong, har liðformaðurin Jákup Andreasen var komin uppá pláss og legði KÍ á odda. Hetta var fyrsta málið hjá 20-ára gamla miðvallaranum í Betrideildini í ár.
Patrik hevði løtu seinni góðan fluktara, men Karstin Hansen bjargaði sera væl, eins og málverjin gjørdi fyrr í hálvleikinum, tá Jóannes Bjartalíð tætt undir málinum royndi seg uppá ein retur. Besta støðan hjá Skála var, tá fyrrverandi KÍ-leikarin, Ronni Møller-Iversen, breyt ígjøgnum í vinstru. Heimaliðið hevði eisini nakrar støður tíðliga í 2. hálvleik.
Tað var tó KÍ, ið var naskari, og Jóannes Bjartalíð fekk ein gyltan møguleika at avgera dystin miðskeiðis í hálvleikinum, eftir at vinstri bakkurin Ísak Simonsen varð feldur í Skála-brotsteiginum. Deildi toppskjúttin í Betrideildini, sum hevur skorað tríggjar ferðir úr ellivu metrum í ár royndi seg, men Karstin bjargaði og helt harvið Skála inni í dystinum. Hetta var fyrsta brotssparkið, sum 22-ára gamli leikarin hevur brent á besta liðnum hjá KÍ.
Karstin bjargaði aftur stórt løtu seinni, tá Simen royndi seg úr stuttari frástøðu, og innskifti Steinbjørn Olsen stútaði á stongina móti endanum av dystinum. Størsta møguleikan hjá Skála átti Pætur Dam Jacobsen í yvirtíðini, men skotið var omanfyri. KÍ-liðið var vælskipað; eisini við tíggju monnum. Simen Sandmæl fekk reytt kort tíggju minuttir fyri leiklok. Tað var ikki heilt greitt, hvat norski miðvallarin fekk sítt seinna gult kort fyri.
Tað var inntenst og spenandi heilt til endans á Skála, har klaksvíkingar til endans kundu fegnast. Víkingur misti stig móti EB/Streymi í kvøld, so tað sær sera gott út hjá KÍ. Sunnudagin er sera spenanndi uppgerð á skránni í Gundadali, har oddaliðið vitjar føroyameistaran. Tað veðrur uttan ein av lyklaleikaranum (Sandmæl) men við nógvum sjálvsálitið. Skála tapti triðja heimadystin í ár, men spældi ein góðan 2. hálvleik og er væl við í stríðnum um evropeisk pláss
9. umfar í Betrideildini - 13.05 Undir Mýruhjalla
Skála - KÍ 0-1 (0-1)
27' Jákup B. Andreasen 0-1
Reytt kort: Simen Sandmæl (79')
Skála (4-2-3-1): Karstin Hansen, Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur Reinert Joensen - Haraldur Reinert Højgaard ('83 Niels Pauli Danielsen), Pætur Dam Jacobsen (L) - Ólavur Mikkelsen (64' Erland Berg Danielsen), Ronni Møller-Iversen, Heðin Klakstein - Jákup Johansen
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen (80' Ólavur Niclassen) - Jonn Johannessen (53' Darius Lewis - 75' Steinbjørn Olsen), Simen R. Sandmæl, Jákup B. Andreasen (L), Boris Dosljak - Patrik Johannesen, Jóannes Bjartalíð
Støðan eftir 9. umfør:
1. KÍ (23 stig)
2. NSÍ (19 stig)
3. B36 (18 stig)
4. Víkingur (17 stig)
5. Skála (15 stig)
6. HB (15 stig)
7. TB (8 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. ÍF (4 stig)
10. AB (3 stig)
Fótbóltur
Sjeyndi sigurin hjá KÍ á rað
Har vóru stórir málmøguleikar, brotsspark, reytt kort og inntensitetur, tá Skála í kvøld tók ímóti oddaliðnum.
Simen Sandmæl fekk reytt kort, og Jóannes Bjartalíð brendi brotsspark, men KÍ fekk kortini trý stig á Skála (Mynd: Sverri Egholm)
2019-05-13 21:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald