Tann seinni av framskundaðu dystunum í 3. umfari varð leiktur á Skála fyri løtu síðani. Hann var ímillum liðini hvør sínu megin Skálafjørðin. Fýra útav seinastu fimm árunum hevur Skála spælt í bestu deildini, og inn ímillum hevur liðið givið NSÍ trupulleikar; m.a í 2017 tá NSÍ ongan dyst vann á teimum appelsinlittu. Samanumtikið hevur NSÍ tó havt takið, men í dag var tað Skála, ið var omaná.
Heimaliðið setti seg á dystin frá byrjan, vísti styrki í nærdystinum og hevði nøkur góð álop. Leiðslumálið kom í 26. minutti, tá liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen setti høvdið á eftir eitt vælspælt álop, har Skála kom ígjøgnum sína høgru síðu. Fimm minuttir seinni revsaði Jákup Johansen, ið byrjaði sum fremsti maður fyri skadda Søren Nielsen, eitt verjumistak hjá NSÍ.
Runavíkingar royndu í 2. hálvleiki at hótta málið hjá Skála, men liðið hjá Eyðun Klakstein vísti yvirskot og styrki og sigurin kom ongantíð í vanda. Ein sigur ið merkir nakað fyri teir á vestara armi av Skálafjørðinum. Teir fáa fatur á steypinum, ið liðini í Runavíkar Kommunu nú kappast um, men meira týdningarmikið trimum stigum, sum sendir Skála uppá eitt fyribils 2. pláss. NSÍ leikti ein góðan dyst í Gundadali móti føroyameistarunum fyri landsliðssteðgin, men í dag var liðið í gulum við undirlutan.
Skála - NSÍ 2-0 (2-0)
1-0 26' Pætur Dam Jacobsen
2-0 31' Jákup Johansen
Fyrr í dag vann B36 2-1 á Argjum, hóast AB var á odda, tá fimm minuttir vóru eftir.
AB - B36 1-2 (1-0)
1-0 35' Sìmun Samuelsen
1-1 86' Andrass Johansen
1-2 88' Benjamin Heinesen
Reytt kort: Bjarki Nielsen ('85)
Í morgin (31/3):
15.00: HB – Víkingur
KÍ – EB/Streymur
16.00: ÍF – TB
1. B36 (9 stig) *
2. Skála (6 stig) *
3. Víkingur (4 stig)
4. NSÍ (4 stig) *
5. AB (3 stig) *
6. TB (3 stig)
7. KÍ (2 stig)
8. HB (2 stig)
9. EB/Streymur (0 stig)
10. ÍF (0 stig)
* Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald