Fótbóltur

Skála er nú fýra stig frá strikuni

TB fer av Skála í kvøld við trimum stigum. Ndende og Poul Ingason skoraðu málini fyri aldursforsetan, ið vann fyri fyrstu ferð í ár.

TB var omaná á Skála (Mynd: Jens Kr. Vang)

TB var omaná á Skála (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-17 20:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eydnaðist heldur ikki hjá Skála at vinna í triðja heimadystinum í ár móti einum av hinum botn fimm liðunum; tað gjørdist heldur ikki talan um eitt stig, tí TB fór avstað við øllum.

Myndir frá dystinum

Tað hendi ógvuliga lítið í 1. hálvleiki, og tað var heilt uppá sítt pláss, at tað var málleyst í stegðinum. Í 2. hálvleiki kom meira lív í, og fleiri málmøguleikar vóru í báðum endum. Eftir eitt korter legði Ndende TB á odda. Verjuleikarin úr Senegal stútaði bóltin í málið, eftir at hornaspark kom heilt til aftaru stong og tætt at málinum.

[object Object]
Ndende legði TB á odda (Mynd: Jens Kr. Vang)

Skála royndi næstu løtuna at svara aftur og hevði nakrar fínar skotroyndir. Tað eydnaðist tó ikki at fáa hol á, og seinastu løtuna var nærri við, at TB økti. Poul Ingason var lívligur og hevði ein stútara á stongina. Í fyrsta minutti í yvirtíðini fekk TB brotsspark, og Poul var tryggur.

Fyrsti sigurin hjá TB í ár var veruleiki, og nú eru tvøramenn á 8. plássi og hava eitt sindur av luft. Møguleiki verður fyri at trekkja longur frá, tá AB vitjar sunnudagin. Skála skal av álvara í arbeiðshandskarnar. 

8. umfar í Betrideildini
Mikukvøldið 17.06: 

Skála - TB 0-2 (0-0)
60' Ndende Adama Gueye 0-1
90 (+1)' Poul Ingason (br.)

19.00: HB - KÍ (1-2) 
           Víkingur - ÍF (0-0)

Fylg við gongdini í hesum báðum dystunum á forsíðuni

Í gjár: 
B36 - NSÍ 1-1 (1-0)
3' Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 1-0
67' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 1-1

B36 megnaði ikki at gagnnýta málmøguleikarnar
Myndir: B36 - NSÍ
Pingel: Hetta var tjóvarí
Petur Knudsen: Nøgdir við eitt stig

AB - EB/Streymur 1-1 (1-0)
39' Janus Svabo Samuelsen 1-0
90' Niklas Kruse (Gutti Dahl-Olsen) 1-1

Myndir: AB - EB/Streymur

Støðan: 
1. HB (21 stig) *
2. NSÍ (17 stig) 
3. KÍ (16 stig) *
4. B36 (16 stig) 
5. Víkingur (11 stig) * 
6. ÍF (10 stig) *
7. EB/Streymur (7 stig) 
9. TB (5 stig)
8. AB (3 stig) 
10. Skála (1 stig) 

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder