Fótbóltur

Skála Ítróttarfelag hevur longt við høvuðsvenjaran

Skála Ítróttarfelag hevur í dag longt samstarvið við høvuðsvenjaran Eyðun Klakstein..

Arni Klein Abrahamsen og Eyðun Klakstein eftir at sáttmálin varð undirskrivaður
(Mynd: Skála Ítrottarfelag á Facebook)

Arni Klein Abrahamsen og Eyðun Klakstein eftir at sáttmálin varð undirskrivaður (Mynd: Skála Ítrottarfelag á Facebook)

2018-10-20 22:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eyðun Klakstein tók við venjarastarvinum á Skála við ársbyrjan. Avtalan var galdandi hetta kappingarárið, og partarnir eru fegnir um samstarvið og vilja halda fram við tí.

– Vit eru sera væl nøgd við samstarvið við Eyðun Klakstein og eru fegin um, at hann heldur fram sum høvuðsvenjari hjá Skála. Eyðun hevur tillagað spælistílin hjá liðnum og ment hópin munandi hetta kappingarárið. Vit vóna, at vit í enn størri mun kunnu heysta fruktirnar av hesum arbeiði næsta kappingarár, sigur Arni K. Abrahamsen, formaður í Skála Ítróttarfelag. 

Eyðun Klakstein hevur áður verið høvuðsvenjari hjá KÍ og hjá B36, sum hann vann føroyameistaraheitið við í 2015. Hann sær góðar møguleikar í at menna lið og spælarar á Skála meira.

– Skála er eitt lítið felag við sterkum grundarlagi. Fyri fyrstu ferð í søguni hevur Skála í ár havt lið við í bæði bestu og næstbestu mansdeildini, og U21 liðið vann bronsumerki. Hetta er sera gott avrik, og næsta ár skulu vit menna liðini og spælararnar enn meira, sigur Eyðun Klakstein.

– Eg trívist sera væl í venjarastarvinum á Skála og eri fegin um, at samstarvið heldur fram. Eg eri rímiliga væl nøgdur við hetta kappingarárið, men eg haldi, at vit kunnu gera tað eitt sindur betri, og tað fara vit eftir næsta ár, sigur Eyðun Klakstein.

Nýggja avtalan millum Skála Ítróttarfelag og Eyðun Klakstein er galdandi fyri kappingarárið 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder