Fótbóltur

Skála styrkir seg

Miðvallarin Haraldur Højgaard vendir yvirum fjørðin aftur, og møguleiki er fyri, at ein miðverji kemur í hópin skjótt.

Haraldur Højgaard spældi í 2018 og í 2019 við Skála (Mynd: Sverri Egholm)

Haraldur Højgaard spældi í 2018 og í 2019 við Skála (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-27 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fyrsta triðingin liggur Skála aftast við einum stigi, sum er komið til høldar á heimavølli móti AB, ið liggur á 9. plássi.

Liðið av vestara armi av Skálafjørðinum var í tungum sjógvi fíggjarliga í vetur, men nú er støðan betri, og Skála er nú á veg at fáa tilgongd. 

Í fjør spældi Haraldur Reinert Højgaard 25 dystir fyri Skála í Betrideildini, men skifti í vetur, eftir tvey ár í appelsinlittum, aftur til NSÍ. Har hevur 25-ára gamli miðvallarin av Saltnesi spælt níggu dystir - allar í 1.deild. 

Í gjár var Haraldur ikki við, tá næstbesta liðið hjá NSÍ spældi málleysan javnleik í oddadystinum móti Víkinig. Ístaðin vandi hann á Skála, har hann nú aftur fer at spæla.

Ein sáttmáli er komin uppá pláss millum partarnar fyri restina av kappingarárinum, og Haraldur Højgaard er skjótt aftur alment Skála-leikari.

Meira er á veg - á Skála og aðrastaðni

Skála hevur latið heili 27 mál inn - trý í miðal og tað er flest í deildini. Tað hevur ljóðað, at roynt hevur verið at fingið Fróða Benjaminsen at byrjað aftur, men hetta sær ikki út til at gerast veruleiki.

Ein annar sum spældi í miðverjini hjá Skála í fjør, var 30-ára gamli Petur Pauli Mikkelsen. Skálamaðurin spældi átta dystir í Betrideildin, áðrenn hann fór aftur til Danmarkar at gera útbúgvingina lidna. Hetta er ein møguligur styrkur hjá Skála í summar, og tað er als ikki óhugsandi, at verjuleikarin aftur verður í appelsinlittum. 

AB, ið liggur beint omanfyri Skála, hevur fingið Eli Christiansson aftur, og hevur í løtuni ein belgskan miðvallar er til royndarvenjing. EB/Streymur fer helst at styrkja seg við einum leikara, og  Michael L. Winter, høvuðsvenjari hjá TB hevur í vikuni váttað fyri bolt.fo at fleiri álopskendir leikarar, føroyskir og útlendskir eru á veg til felagið. ÍF, ið er nakað omanfyri hesi liðini, hevur fingið Hans Jákup Lervig í hópin fyri kortum. Óvist er, um meira styrkur kemur til Fuglafjarðar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder