Fótbóltur

Skandinavisku liðini vunnu við einum máli

Bodø/Glimt og FCK standa til at koma í bólkaspælið í Champions League eftir heimadystirnar í gjár, men torførar uppgávur bíða á útivølli í næstu viku.

FCK-liðformaðurin Carlos Zeca, ið hevur verið úti við krossbandsskaða, byrjaði inni fyri fyrstu ferð í tíggju mánaðir og spældi framúr væl á miðvøllinum

FCK-liðformaðurin Carlos Zeca, ið hevur verið úti við krossbandsskaða, byrjaði inni fyri fyrstu ferð í tíggju mánaðir og spældi framúr væl á miðvøllinum

2022-08-17 10:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sambært veddingarfyritøkunum og flestu viðmerkjarunum vóru bæði liðini lítlir favorittar í heimadystunum, og tað skuldi vísa seg at halda.

FCK var annars greitt omaná í fyrra hálvleiki móti Trabzonspor. Í fullsettu Parkini gjørdu turkisku meistararnir nógv mistøk, og tað eydnaðist væl hjá heimaliðnum við millum annað høgum trýsti. Hetta gav mál longu eftir átta minuttir. Rasmus Falk fekk bóltin nakað til vinstru, og eyðsýndi bóltsnillingurin Fjóni fann hegnisliga Viktor Claesson, ið ofta spælir væl í stórum dysti, og sviin beindi bóltin í turkiska málið.
 
So kókaði Parkin av álvara, og tað gjørdi hon eisini heilt tíðliga í seinna hálvleiki, tá ein púra fríur Lukas Lerager við aftaru stong fekk fótin á bóltin eftir hornaspark, ið var longt. 2-0, men so var tað sum gestirnir vaknaðu, og FCK misti líðandi orku og yvirskot. Eitt 2-1 mál lá í luftini, og tað kom í 79. minutti, tá eitt langskot fór umvegis ein FCK-verjuleikara í málið og snýtti nýggja avstralska málverjan hjá leyvunum, Matthew Ryan.

2-1 er eitt útgangspunkt, ið bæði liðini á sín hátt kunnu vera nøgd við. Liðið hjá Jess Thorup fer niður til torførar umstøður við einari leiðslu, og teir hjá Trabzonspor megnaðu at minka um munin og hava nú møguleika at avgerða eina víðopna uppgerð á heimavølli.

[object Object]
"Leyvurnar" fegnast um 2-0 málið, ið Lukas Lerager skoraði 
 

[object Object]
Vandamiklasti leikarin hjá Glimt, Ahmal Pellegrino, hevur her lagt heimaliðið á odda

Tað er áleið tað sama hjá Bodø/Glimt og Dinamo Zagreb. Heimaliðið hevði stóra leikliga yvirvág á Aspmyra í gjár og fekk eisini leiðsluna stutt fyri steðgin. Kroatiska meistaraliðið hevði tó nakrar vandamiklar støður eftir kontraálop í seinna hálvleiki, og serliga tvær ferðir var nær við, at útiliðið javnaði.

Tað var greiði toppskjúttin hjá norsku meistarunum, Ahmal Pellegrino, ið skoraði eisnamalla málið í søguliga dystinum. Hann var fyrstur á innleggið frá Joel Mvuka úr høgru, og so kundu tey allarflestu av teimum áleið 8.000 áskoðarunum stórfegnast. Liðið hjá Kjetil Knutsen hevur framvegis góðan møguleika at spæla seg í bólkaspælið í størstu evropeisku kappingini - Bodø/Glimt hevur ongantíð verið har, og tað eru 15 ár síðani, at nakað norskt lið hevur spælt seg so langt.

Í Glasgow endaði tað við 2-2 javnleiki í undirhaldandi dysti millum Glasgow Rangers og PSV Eindhoven. Harvið er eisini alt opið undan seinna dystinum millum tey liðini.

Champions League Play-off
Í gjár - Týsdagin 16.08

FCK - Trabzonspor 2-1 (1-0)
Bodø/Glimt - Dinamo Zagreb 1-0 (1-0)
Rangers - PSV 2-2 (1-1)

Í dag - mikudagin 17.08

Qarabag - Viktoria Plzen
Dynamo Kiev - Benfica
Maccabi Haifa - Reyða Stjørna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder