Tað hendi í HM í Russlandi fyri fýra árum síðani móti vertstjóðini. Tað hendi í EM-hálvfinaluni móti Italia á Wembley í fjør, og tað hendi aftur í dag. Triðja endaspælið á rað er Spania úti eftir eftir brotssparkskapping, og annað HM-endaspælið á rað endar ferðin hjá spaniólum í áttsandapartsfinalunum.
Spania var stórfavorittur móti Marokko og hevði eisini leikliga yvirvág so at siga allar 120 minuttirnar, men liðið hjá Luis Enrique hevði bert tvey skot á mál móti vælskipaða marrokanska liðnum, ið eisini vísti tenn til tíðir.
Luis Enrique kann aftur irða seg (Mynd: EPA)
Spanski venjarin hevur upp til dystin víst á, at spaniólar hava vant brotsspørk nógv, men hetta gav so ikki úrslit. Marokko misnýtti tað triðja, men Spania brendi nummar eitt, tvey og trý, og so kundi Achraf Hakimi á ísakaldan hátt avgera dystin.
Hakim Zyiech og Abdelhamid Sabiri skoraðu eisini fyri Marokko. Málverjin "Bono" (Yassine Bounou), sum til dagliga spælir í Sevilla, bjargaði skotunum frá Carlos Soler og Sergio Busquets. Pablo Sarabia, ið bert kom á vøllin fyri at skjóta brotsspark, skeyt á stongina.
Harvið enn eitt vónbrot hjá Spania, men ein risadagur fyri Marokko sum skal spæla fjórðingsfinalu leygardagin. So langt er landið ongantíð komið í HM áður. Risa avrik hjá Walid Regragui og monnum hansara, sum vunnu á Belgia og fingu javnleik móti Kroatia í bólkaspælinum. Nú skal ævintýrið hjá norðurafrikanska liðnum halda fram.
Yassine Bounou, eisini nevndur Bono, var ein av stóru hetjunum hjá Marokko
Walid Regragui hevur gjørt eitt framúr arbeiði (Mynd: EPA)
HM-áttandapartsfinalur
Í dag, Týsdagin 06.12:
Marokko - Spania 3-1 eftir brotssparkskapping (0-0 eftir longda leiktíð)
19.00: Portugal - Sveis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald