Skírisdag 14. apríl fara Føroyar at renna. Tað eru Ítróttafelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna, sum skipa fyri stóra rennitiltakinum, tá fólk kring allar Føroyar renna.
Øll kunnu vera við, einki aldursmark er, og eingi krøv eru til formin. Ein meldar seg til á renn.fo, har ein velur, hvussu langt ein ætlar sær at renna ella ganga. Tá dagurin nærkast verður eitt renninummar sent við telduposti at prenta út og seta á bringuna, tá ein fert at renna. Tá ein hevur runnið tað, ein ætlaði sær, ber til at skráseta teinin á renn.fo. Øll, sum hava skrásett seg aftaná renningina fáa eitt luttakaraheiðursmerki, sum minni um dagin, skrivar Bragdið í tíðindaskrivi.
Tiltakið er ókeypis, men til ber at lata eina peningagávu til Sinnisbata, tá ein meldar seg til.
Føroyar renna var fyrstu ferð í juni 2020. Tað var tann dagin Tórshavn Marathon av røttum skuldi vera, men sum orsaka av koronu bleiv avlýst. Tað var ikki gjørligt at samla fólk, so hugskotið var, at fólk runnu ella gingu har í Føroyum, tey vóru stødd. Fólk runnu saman hvør sær.
Undirtøkan til rennitiltakið í 2020 var somikið góð, at avgjørt var, at hetta skuldi vera eitt afturvendandi tiltak.
Ítróttafelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna vilja saman við Sinnisbata varpa ljós á sálarliga heilsu, og tí renna ella ganga vit fyri sálarheilsuni tá Føroyar renna 14. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald