Fótbóltur

Skráin fyri Nations League dystirnar í heyst er dagførd

Føroyska landsliðið byrjar og endar ímóti Malta.

Hallur Hansson í dysti ímóti Malta, sum Føroyar hevur tveir dystir ímóti í heyst.(Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson í dysti ímóti Malta, sum Føroyar hevur tveir dystir ímóti í heyst.(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-01 11:50 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

UEFA hevur dagført leikskránna til Nations League dystirnar í heyst. Føroyska landsliðið er í bólki saman við Malta, Andorra og Lettlandi.

Føroyar byrjar á heimavølli ímóti Malta 3. september, áðrenn leiðin gongur til Andorra, sum tekur ímóti tríggjar dagar seinni.

Í oktober hevur Føroyar tveir heimadystir, fyrst ímóti Letlandi 10. oktober  og síðani ímóti Andorra 13. oktober.

Teir báðir síðstu dystirnir eru á útivølli. Tann 14. november tekur Lettland ímóti føroyska landsliðinum og tríggjar dagar seinni spælir Føroyar á Malta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder