Hondbóltur

Skulu finna aðrar loysnir til HM-lagnudystirnar

Uttan skadda Elias Ellefsen á Skipagøtu verður føroyska spælið nakað øðrvísi - Ísak Vedelsbøl hevur eisini verið fastur maður í eitt og eitt hálvt ár. Hópurin til dystirnar móti Bosnia í mai verður kunngjørdur í morgun.

Óli Mittún fer eftir øllum at døma at í størri mun fáa taktstokkin frá Peter Bredsdorff-Larsen, nú systkinabarnið er raktur av skaða (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún fer eftir øllum at døma at í størri mun fáa taktstokkin frá Peter Bredsdorff-Larsen, nú systkinabarnið er raktur av skaða (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-17 06:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var eitt ivamál til EM-endaspælið, tí spælskiparin varð raktur av slagi í økslina í Bundesliga-dysti fyri jól. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi í Oslo, men tað var við nakað av pínu, og eftir nøkur stór avrik higartil í 2025 -millum annað í sigri á Magdeburg - stendur føroyingurin í skaðastøðu.

23-ára gamli hoyvíkingurin hevur so at siga ikki spælt síðani februar mánaða, og nú hoyrist, at Elias á Skipagøtu ikki spælir næstu vikurnar. Møguliga ikki restina av kappingarárinum.

Hetta gongur eisini útyvir HM-røkkstøkkdystirnar móti Bosnia&Hersegovina. Hetta kundi Portalurin skriva í gjárkvøldið: At tveir av teimum føstu, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Ísak Vedelsbøl ikki eru tøkir til lagnudystirnar í mai.

Sí eisini: Elias ikki við til dystirnar um EM-pláss

Hjá Eliasi er tað framvegis økslin, meðan Ísak Vedelsbøl hevur verið undir skurð í fingrinum. Talan var um brot hjá strikuspælaranum/miðverjanum, sum hendi undir EM-endaspælinum - og sum tað tók eina tíð at varnast.

Ísak fekk sítt gjøgnumbrot í seinastu kapping og verður ein saknur. Sasha Lacok er framvegis skaddur, men tað verður missurin av Eliasi á Skipagøtu, sum kemur at merkjast best í mai, tá Føroyar skulu royna at spæla seg til sítt fyrsta HM-endaspæl á manssíðuni.

Snildi spælskiparin hevur seinastu árini havt risa týdning fyri Føroyar. Serliga er tað í álopinum, har nummar 71 hevur havt stýripinnin og staðið fyri nógvum stórum løtum.

Nú fer dirgentstokkurin víðari: Uppaftur meira fer at ligga á 20-ára gamla Óla Mittún. Hvirluvindurin hevur oftani víst sínar stóru dygdir - móti Bosnia verður tað við partvíst við vanligu stórábyrgdini hjá systkinabarninum á herðunum eisini.

Nýggjur strikuspælari/miðverji skal eisini við at gera mun. Hetta kann gerast afturvendanin hjá Peturi Krogh, sum var úti við skaða leingi og ikki hevur spælt á A-landsliðnum í eitt og eitt hálvt ár. 

Seinni í dag verður hópurin til HM-røkkstøkkdystirnar (14 og 16. mai) kunngjørdur. Tá tað ikki er til endaspæl ella venjingardystir, plaga 16 nøvn at vera á listanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder