
Kaunas, Litava (Portalurin): Tað kann gerast ein søguligur sunnudagur fyri føroyskan hondbólt her miðskeiðis í Litava. Føroyar hava seinastu 15 mánaðirnar verið til eitt EM-endaspæl hjá kvinnum og eitt hjá monnum, umframt at ungdómslandslið seinastu árini hevur verið til bæði EM- og HM-endaspøl.
Tað er ein sannroynd, at tað er ein nakað styttri vegur til endaspøl í hondbólti enn í fleiri øðrum ítróttargreinum. HM ella EM er á skránni hvørt ár hjá bæði monnum og kvinnum, so møguleikarnir eru har. Tað snýr seg um at taka av og sum lítið land allatíðina at flyta seg rætta vegin.
Menningin í føroyskum hondbólti hevur verið eyðsæð, og samanlagt ógvuliga unga kvinnulandsliðið hevur tikið síni fet frameftir. Í seinastu undankapping lótu Føroyar ongan iva vera, at man er betri enn Luksemborg og tættir dystir móti Íslandi og Svøríki gjørdu mun í trý'ara rokniskapinum.
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Elsa Egholm og hinar føroysku fegnaðust á Hafnafjörðinum fyri einum ári síðani, tá føroyska EM-plássið varð staðfest (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Bjarta Johansen og aðrar takka føroysku fjepparunum í Basel (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Føroysku fejppararnir skulu nú eisini fyrireika seg til útidyst
Sí eisini: Føroyar skulu taka seinasta fetið í fínum umstøðum
Flotti javnleikurin móti Kroatia í EM-endaspælinum, umframt málúrttøkan í hinum dystunum í Basel, tryggjaðu Føroyum 3. plássið í bólkinum og harvið pláss í ovara styrkisbólkinum til HM play-off umfarið.
Sum EM-lið sleppur man undan fyrsta partinum av HM-undankappingini. Farið verður beinleiðis til play-off umfari, og í lutakastinum fingu Føroyar helst best gjørliga lutakastið. Við Tjarnir mikukvøldið prógvaði føroyska liðið, at man hevur eitt nakað hægri toppstig. Harvið eru Føroyar í gongd við at aftur taka av.
Tíggju mál er á pappírinum ein góð leiðsla at hava, og tað er ikki neyðugt at gera tað heilt spennandi samanlagt. Føroyska liðið tekur hetta tó sum ein heilt nýggjan dyst og farið verður eftir at vinna seinna dystin eisini.
Sí eisini: Føroyar eru aftur stórfavorittar
Jana Mittún varð føroyskur toppskjútti í fyrra dystinum. Hennara leiklutur verður aftur í dag stórur (Mynd: Sverri Egholm)
Føroysku kvinnurnar til venjingina í Jonava í gjár - hetta verður allarhelst seinasti landsdystur hjá Brynju Høj (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar spæla seinna HM røkkstøkkdystin í dag klokkan 14 føroyska tíð. Fyrri dysturin endaði 36-26 til Føroyar, ið harvið hava stóran fyrimun.
Portalurin er á staðnum, og hava vit ymiskt tilfar frá upphiting, undir dysti og eftir dyst. Kringvapið vísir eisini.
Sí eisini - samrøður:
- Tað verður ruddiligari men keðiligari uttan Brynju
Annika Fríðheim Petersen: - Eg kann ikki lata vera við at rópa og vera spent
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald