-Tað er ikki hent fyrr, at eitt føroyskt lið er farið niður til Serbia og fingið so gott úrslit. Vit vita væl tað vóru partar av spælinum sum kundu gerast nógv betri, og tá tær skora 38 mál, so er tað har tað skal setast inn
Ingi Olsen er vælnøgdur við úrslitið í fyrru áttandapartsfinaluni í EHF European Cup, sum var í triðstørsta býnum í Serbia sunnudagin. Samstundis gjørdi hann í samrøðu við Portalin í gjár greitt, at í H71-leguni irðaði men seg nakað eftir dystin, tí ein seks-máls leiðsla tódnaði niður í eitt mál uppá minni enn tíggju minuttir.
Sí samrøðuna her: Video: Halda okkum hava ein góðan kjans til fjórðingsfinalupláss
Tað er hendan eitt-máls leiðslan, ið H71 skal royna at í minsta lagi halda fast í dag. Hjá hoyvíkskvinnum er eitt tap við einum máli nóg mikið, uttan so at Naisa Nis skorar 39 mál ella fleiri. Harvið eru mongu útivallarmálini ein fyrimunur fyri liðið hjá Inga og Mark Lausen-Marcher. Javnleikur og ein sigur geva sjálvandi eisini víðari luttøku til fjórðingsfinalurnar, ið hevði verið enn ein stórur varði fyri H71 og føroyskan hondbólt. Hvussu stórt hetta hevði verið, hevur Ingi Olsen ikki hugsað so nógv um, sigur Portalurin, men hann er væl nøgdur við fyrireikingarnar og hevur góðar vónir.
Um frálíkaa álopsspælið frá fyrra dystin heldur fram, um verjuparturin batnar, og um stríðsviljin og yvirskotið frá undanfarnu evropeisku dystunum eru á sama støði, so hevur H71 ein heilt góðan møguleika. Maria Halsdóttir Weyhe, Jana Mittún, Brynhild Pálsdóttir, Zachariassen-tvíburðarnar og allar hinar fara helst at fáa heilt góðan stuðul, og heimavøllurin kann gerast ein góður fyrimunur hjá teimum úr Hoyvík, ið aftur skulu royna at skriva føroyska hondbóltssøgu.
Portalurin verður til staðar í Høllini á Hálsi í dag, og vit hava myndir og samrøður eftir dystin millum H71 og Naisa Nis.
Seinna áttandapartsfinala í EHF European Cup
Høllin á Hálsi - 15.01
14.00: H71 - Naisa Nis (39-38 til H71 í fyrra dystinum)
Hondbóltur
Skulu royna at taka næsta fetið
Ein heimasigur, ein javnleikur ella eitt tap við einum máli, har útiliðið skorar færri enn 39 mál, er nóg mikið hjá hoyvíkskvinnum í Høllini á Hálsi í dag. Seinna áttandapartsfinalan hjá H71 móti serbiska Naisa Nis verður bríkslað í gongd klokkan 14.
Jana Mittún her í gjøgnumbroti í Serbia, har 18-ára gamli bakspælarin skoraði átta mál. H71-kvinnurnar hava av álvara fingið sítt evropeiska gjøgnumbrot hetta kappingarár (Mynd: Aleksandar Djorovic/portal.fo)
2022-01-15 10:26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald