- Eg eri líka spentur sum eitt barn til jóla, segði Ingi Olsen, annar av venjarunum hjá H71, tá vit í gjárkvøldið hittu hann eftir manslandsdystin millum Luksemborg og Føroyar í Høllini á Hálsi.
Júst í Høllini á Hálsi spæla kvinnurnar hjá H71 og Naisa Nis úr Serbia klokkan 14 í dag, og hoyvíkingar kunnu vinna seg víðari til fjórðingsfinaluna í European League.
H71 vann sunnudagin fyrra dystin 39-38.
- Man hevur eitt sindur keðiliga kenslu tí man hevur blakað hasa seksmálsleiðsluna burtur, sum vit høvdu eina løtu. Men tá vit hava summað okkum sær man, at tað ikki er hent fyrr, at eitt føroyskt lið er farið niður til Serbia og fingið so gott úrslit.
Ingi Olsen, longst til vinstru - Mark Lausen-Marcher hinumegin fegnu spælararnir (Mynd: Aleksandar Djorovic/portal.fo)
- Vit vita eisini væl tað vóru partar av spælinum sum kundu gerast nógv betri, og tá tær skora 38 mál, so er tað har tað skal setast inn, segði vestmenningurin.
Seinna áttandapartsfinalan millum H71 og Naisa Nis verður víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum og eisini varpað út á FM1.
Portalurin verður til staðar í Høllini á Hálsi í dag, og vit hava myndir og samrøður eftir dystin millum H71 og Naisa Nis.
Les eisini: Lagnan hjá H71 verður avgjørd legyardagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald