Hondbóltur

Lagnan hjá H71 verður avgjørd leygardagin

Seinni dysturin millum hoyvíkskivnnur og Naisa Nis verður bríkslaður í gongd leygardagin klokkan 14 í Høllini á Hálsi. Ein javnleikur ella eitt tap við einum máli, har serbiska liðið ikki fær fleiri enn 38 mál, er nóg mikið fyri at koma í fjórðingsfinalunar.

Hoyvíkskvinnur skoraðu heili 39 ferðir í Nis og vunnu við einum máli (Mynd: Aleksandar Djorovic/portal.fo)

Hoyvíkskvinnur skoraðu heili 39 ferðir í Nis og vunnu við einum máli (Mynd: Aleksandar Djorovic/portal.fo)

2022-01-13 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er einfalt: H71 spælir seg víðari í EHF European Cup fyri triðju ferð við einum sigri leygardagin. Men orsakað av sigrinum í Serbia, og tí at hoyvíkskvinnur skoraðu so nógv mál, so er nóg mikið við javnleiki, og tað gongur eisini, um heimaliðið á Hálsi tapir við einum máli, um Nis skorar 38 mál ella undir tað. Tað vil siga, at tildømis er 30-31 gott fyri H71.

Talan verður um eitt stórt hondbóltsvikuskifti í Høllini á Hálsi. HM-undankappingarbólkurin hjá A-landsliðnum við monnum fer í gongd í annaðkvøld, og teir spæla eisini leygarkvøldið og sunnukvøldið. Í somu høll, og á sama serstaka gólvinum, skal H71 seinnpartin leygardagin royna at stríða seg í fjórðingsfinalurnar í evropeisku kappingini, sum liðið fyrstu ferð luttekur í. Hetta hevði verið ein ein staðfesting av, hvør styrki og hvørjir menningarmøguleikar eru á liðnum og eisini í føroyskum hondbólti.

[object Object]
Maria Halsdóttir Weyhe var heilt stóri leikarin í fyrra dystinum við 15 málum og framúr spæli (Mynd: Aleksandar Djorovic/portal.fo)

[object Object]
H71 skal finna nakrar loysnir í verjupartinum (Mynd: Aleksandar Djorovic/portal.fo)

[object Object]

Unga H71-liðið, við Inga Olsen og Mark Lausen-Marcher á odda, fyrireikar seg nú til spennandi uppgávuna. Álopsspælið skal gjarna koyra eins flótandi sum í Nis sunnudagin, tí tað var frálíkt, meðan ymiskt í verjupartinum skal bøtast.

Dysturin leygardagin byrjar klokkan 14.

Seinna áttandapartsfinala í EHF European Cup
Høllin á Hálsi - leygrdagin 15.01 klokkan 14
H71 - Naisa Nis (38-39)



Fyrra áttandapartsfinala í EHF European Cup
Nis, Serbia - 09.01
Naisa Nis - H71 38-39 (18-22)

Málskjúttar hjá H71
Maria Halsdóttir Weyhe 15 (5)
Jana Mittún 8
Brynhild Pálsdóttir 5
Lív Bentsdóttir Zachariassen 4 
Elsa Egholm 3
Guðrið á Borg 2
Sara Jacobsen 1
Eva Barba Arge 1

Les esini: H71 tryggjaði sær ein evropeiskan sigur afturat

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder