Hondbóltur

H71 tryggjaði sær ein evropeiskan sigur afturat

Harvið er útgangsstøðið gott undan dystinum í Føroyum næsta vikuskifti. Tó iðra hoyvíkskvinnur seg nakað, tí munurin fór seinastu tíggju minuttirnar frá seks málum niður í eitt. Heili 77 komu í dystinum í Serbia.

Maria Halsdóttir Weyhe var heilt stóri leikarin hjá H71 við 15 málum (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Maria Halsdóttir Weyhe var heilt stóri leikarin hjá H71 við 15 málum (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

2022-01-09 19:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein nýggjur málverji kom inn og gjørdi mun, hoyvíkskvinnur gjørdi nakrar tekniskar villur og fingu als ikki verjupartin at hanga saman. Hetta vóru nakrar av orsøkunum til, at H71 fór frá einari greiðari leiðslu.

Tó hevur liðið úr Hoyvík hevur júst tryggjað sær eitt gott útgangsstøði til seinnu áttandapartsfinaluna í EHF European Cup, tí H71 vann 39-38 í Serbia.

Fýra mál vóru á muni í steðginum, og fram til seinastu tíggju minuttirnar sá tað ikki út til, at hann fór at minka. Heldur var hann vorðin størri - var seks mál - men serbiska liðið var greitt omaná, og veruligur spenningur er áðrenn dystin í Høllini á Hálsi leygardagin.

Maria Halsdóttir Weyhe var heilt stóri leikarin hjá H71 við 15 málum. Fleiri tøl niðanfyri.

Myndir frá dystinum seinni.

Fyrra áttandapartsfinala í EHF European Cup
Nis, Serbia - 09.01
Naisa Nis - H71 38-39 (18-22)

Málskjúttar hjá H71
Maria Halsdóttir Weyhe 15 (5)
Jana Mittún 8
Brynhild Pálsdóttir 5
Lív Bentsdóttir Zachariassen 4 
Elsa Egholm 3
Guðrið á Borg 2
Sara Jacobsen 1
Eva Barba Arge 1

Bjargingar:
Rúna Larsen 7
Alda av Skarði 2

Útvísingar: 
Naisa Nis: 3 
H71: 3

Dystargongdin:
5.min: 2-3
10 min: 5-6
15 min: 8-10
20 min: 11-13
25 min: 14-19

35 min: 21-25
40 min: 22-28
45 min: 26-30
50 min: 29-35
55 min: 34-37


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder