Hondbóltur

Skulu spæla um HM-pláss uttan nakrar týðandi spælarar

Føroyski hópurin savnast í kvøld fyri at veruliga byrja fyrireikingarnar til dystin við Tjarnir mikukvøldið. Í mun til EM-hópin, vanta Annika Petersen, Brynhild Pálsdóttir, Bjørk Joensen og Turið Arge, meðan Súna Hansen er ógvuliga ivasom.

Brynhild Pálsdóttir hevði ein ógvuliga góðan móti Danmark, men høgri vongurin úr Hoyvík er ikki við hesaferð. Stór spurnartekin eru við Súnu K. Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Brynhild Pálsdóttir hevði ein ógvuliga góðan móti Danmark, men høgri vongurin úr Hoyvík er ikki við hesaferð. Stór spurnartekin eru við Súnu K. Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-06 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað angar av einum HM-atgongumerki til Føroyar. Í øllum førum fara føroysku kvinnurnar inn í hesa vikuna sum favorittar til teir báðar dystirnar móti Litava, sum avgerða hvat av liðnum kemur til HM-endaspælið í november-desember.

Nú snýr tað seg um at styrkja um hendan rákan og at gera ein nýggjan dreym til veruleika. Føroyar vóru í ovara styrkislagi í lutakastinum til play-off umfarið og fingu eitt av allarlægst styrkismettu liðunum: Litava.

Tað er ilt at meta um styrkina á mótstøðuliðnum, har flestu spælararnir spæla í heimligu kappingini. Neistin sló eitt lið úr Litava úr European Cup í fjør. Litava hevur ikki verið til eitt endaspæl á kvinnusíðuni í 29 ár. Føroyar eiga í øllum førum at standa við góðum kortum.

Skaðar, barnsburður og ivamál – nýggir møguleikar

Hjá Føroyum snýr tað seg mest um at fáa sítt spæl at koyra. Hetta skulu Føroyar møguliga gera uttan Súnu Krossteig Hansen. Hon hevur ikki spælt hjá Skanderborg seinastu tveir mánaðirnar – serliga vegna skaðar í fótinum. Súna skuldi møguliga spæla avgerandi dystin hjá Skanderborg í gjár, men stutt áðrenn varð mett at hon ikki burdi spælt.

Harvið er ógvuliga ivasamt, hvørt kviki og týðandi bakspælarin úr Havn fær spælt nakran serligan leiklut fyri Føroyar næstu vikuna. Og um so er: Hvussu skørp Súna K. Hansen fær verið eftir skaðasteðgin.

Tað kann sigast við 100 prosent vissu, at fimm av teimum, sum vóru við í Sveis fyri jól, ikki eru við. Tríggjar teirra høvdu stóran ella rímiliga stóran leiklut tá: Annika Fríðheim Petersen sum partur av góðum málverjutoymi saman við Rakul Wardum, Turið Arge Samuelsen var við sínum royndum, fysikki o.s.fr fyrsta val á vinstra vongi, og móti Danmark spældi Brynhild Pálsdóttir ein ógvuliga góðan dyst hinumegin. Eins og Turið, hevur Brynhild nú trupulleikar við rygginum og kann ikki vera við móti Litava.

[object Object]
Turið Arge Samuelsen takkaði fyri seg eftir EM, játtaði síðani - saman við Brynju Høj - at taka eitt tak afturat, men nú er roynda havnarkvinnan ikki tøk (Mynd: Sverri Egholm)

Tað liggur meira á Rakul í málinum, nú Annika er við barn. Unga Silja Arngrímsdóttir Müller úr íslendska oddaliðnum Vali skal styðja móti Litava. Á vongplássunum liggur meira á Annu Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Rannvu Olsen í vinstru – síðstnevnda er boðsend at avloysa Turið Arge í hópinum – og í høgru eru tað Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Karin Egholm. Lív hevur verið fyrsta val seinastu longu tíðina og hevur serliga góðar eginleikar í verjupartinum. Hon hevur tó ikki spælt fyri Aalborg seinastu tíðina. Karin er framvegis ógvuliga óroynd í A-landsliðshøpi men hevur spennandi dygdir.

Stórasystur Karin Egholm er Elsa Egholm. Hon var nakað skaðadarvað upp til EM-endaspælið, men Elsa kann hesaferð fáa uppaftur størri leiklut í verju – og nógvar minuttir í álopi eisini har hon spælir høgra bakkin á sín egna hátt. Lív Zacharaiasen er eisini ein møguleiki til líknandi leiklut. Føroyar hava ongan láman bakspælara í hópinum, tó at Lív Poulsen kann røkja tað plássið. Bjørk Franksdóttir Joensen var ikki á vøllinum í EM-endaspælinum men hevur verið føst í hópinum seinastu ferðirnar. Nú er Bjørk rakt av knæskaða.

[object Object]
Marita Mortensen í skotroynd móti Rakul Wardum. Styrkirnar hjá bakspælaranum kunnu koma væl við hjá Føroyum næstu vikuna (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Maria: - Nú gleða vit okkum at merkja stuðulin her í Føroyum

Claus Mogensen og Simon Olsen hava tó ymiskar møguleikar. Marita Mortensen fær heilt víst at spæla fleiri minuttir, nú tá Súna Hansen í øllum førum ikki fær spælt nógv. Hoyvíkskvinnan í HØJ hevur sereginleikar í langskotum og gevur okkurt afturat Janu Mittún og Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum koma at stýra spælinum og seta ferð á í bakketuni.

Nýggja og spennandi kortið her er Fríða Nolsøe Olsen. Hon hevur seinastu árini verið profilur hjá VÍF, og sambært Handballstatz hevur Fríða í ár verið ein av mest effektivu spælarunum í SMS-deildini. Hon hevur ferð og áræði. Fríða Nolsøe Olsen hevur ongan kappingardyst spælt á A-landsliðnum men var við til venjingardystir móti Slovakia stutt áðrenn EM í fjør.

Lukka Arge var við til EM-endaspælið eisini, men ungi H71-spælarin er vald frá til dystarhópin hesaferð. Hon venur tó við til fyrstu venjingarnar.

Til striku og miðverjuplássini hava Føroyar enn sum áður royndu og stinnu Pernille Brandenborg, Brynju Høj og Bjartu Johansen – Bjarta dekkar tó mest sum 2'ari (bakkur) á landsliðnum. Lív Zachariasen kann eisini dekk bæði.

Útisetarnir eru nú komnir heim, og føroyska liðið hevur fyrstu venjingina saman í Hoyvík í kvøld. Síðani eru venjingar næstu dagarnar fram móti mikukvøldinum, tá Litava verður fyrsta kvinnulandsliðið, sum vitjar við Tjarnir. Tann dysturin byrjar klokkan 19. Portalurin fylgir gongdini hesar næstu dagarnar.

--------------------------------------------------------------------------------

Føroyski hópurin til HM play-off dystirnar móti Litava:

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, VíF
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax Købehavn (DEN)





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder