Hondbóltur

Skulu til Týsklands beint eftir 10. januar 2027 - lutakastið verður 10. juni

Føroyar kunnu, sum nú er, enda í Kiel, Stuttgart, München ella Magdeburg í fyrstu syftu.

Føroysku spælararnir fegnast um HM-plássið. Um tríggar og eina hálva viku verður størri greiða um, hvørjum føroysku liðini skulu møta í trimum teimum fyrstu dystunum í Týsklandi - og hvar dystirnir verða spældir (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku spælararnir fegnast um HM-plássið. Um tríggar og eina hálva viku verður størri greiða um, hvørjum føroysku liðini skulu møta í trimum teimum fyrstu dystunum í Týsklandi - og hvar dystirnir verða spældir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-16 22:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at søguliga HM-plássið hjá føroysku monnunum varð staðfest við Tjarnir í kvøld, hava vit hugt eitt sindur eftir, hvussu HM-endaspælið yvirskipað fer at síggja út hjá Føroyum.

Summi ting eru greið - fleiri ting verða greiðari um tríggjar og eina hálva viku.

Lutakast: 10. juni
Annar mikudagurin í juni er lykladagfesting. Tá verður lutakast í München, um hvussu bólkabýti fer at síggja út í endaspælinum.

32 lið skulu býtast í átta bólkar við fýra liðum í hvørjum. Trý lið koma víðari úr hvørjum bólki

Vegna góðu úrslitini í EM-undankappingum og endaspølum, eru Føroyar styrkismettar í styrkisbólki nummar tvey av teimum fýra styrkisbólkunum. Hetta millum annað saman við Spania og Noreg, sum eisini tryggjaðu sær plássið í kvøld.

Harvið fara Føroyar, uttan so at man rakar illa við liðnum úr 3. styrkisbólki, at standa sum ein av stóru favorittunum at fara víðari úr HM-bólkaspælinum næsta ár.

Fýra møguligir býir í bólkaspælinum

Seks býir eru valdir sum vertsbýir fyri HM 2027 í Týsklandi. Teir eru: 
Köln, Hannover, Kiel, Stuttgart, München ella Magdeburg. 

Teir báðir fyrstu hýsa miðumfarsbólkum og/ella endadystum. 

Tað vil siga, at fyrst skulu vit hava at vita, hvørjum av teimum fýra býnum - Kiel, Stuttgart, München ella Magdeburg - Føroyar enda í.

Týskland, Danmark, Kroatia, Ísland, Portugal og Svøríki eru øll ásett í býir áðrenn. Sum nú er, skulu Føroyar ikki ásetast ein bý áðrenn lutakastið, eins og gjørt varð til EM í 2026 (Oslo).

Byrja miðskeiðis í januar

Bólkarnir byrjar 13., 14., ella 15. januar. Bólkaspælið endar 19. januar.

Miðumfarið er 20. januar til 25. januar. Presidents Cup, har liðini sum ikki spæla seg víðari úr innleiðandi bólkaspælinum, spæla, koyrir til 27. januar. Tann dagin eru seinnu fjórðingsfinalurnar eisini.

Harvið skulu føroysku menninir verða í Týsklandi í øllum førum í umleið tvær vikur. Endadystirnir verða spældir 31. januar 2027 í stóru Lanexss leikhøllini í Köln.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder