Flogbóltsfelagið Fleyr í Havn og meklarafyritøkan Skyn hava undirskrivað samstarvsavtalu, og Skyn verður sostatt høvuðsstuðul hjá flogbóltsfelagnum komandi tvey árini.
- Fleyr fegnast um avtaluna, tí stuðlar eru sera týdningarmiklir fyri menningina av felagnum og leikarunum – bæði yngri og eldri. Hetta er fyrsta avtala við Skyn, og vit síggja fram til eitt gott samstarv, sigur Rakul Dalsgaard, skrivari.
Fleyr vil hetta kappingarárið varpa ljós á flogbólt sum ein ítróttur til øll – bæði børn, vaksin, yngri og eldri. Amerikanska venjara- og leikaraparið Sarah og Tyler Frings, sum venja ungdómsdeildirnar og leika í FT-deildunum, hava saman við øðrum venjarum staðið fyri opnari venjing. Hetta merkir, at latið hevur verið upp fyri øllum at royna flogbólt ókeypis í eina viku. Eisini hava tey havt tær fyrstu av fleiri skúlavenjingum, har tey hava undirvíst í flogbólti í ítróttartímunum hjá 8. flokkum. Hetta var væleydnað, og ætlanin er at halda fram við hesum í fleiri skúlum gjøgnum veturin.
- Tað er umráðandi at stuðla ítróttinum, og tí eru vit sera fegin um, at vit sum høvuðsstuðul hjá Fleyr kunnu vera við til at skapa menning og trivnað í felagnum, sigur Petur M. Niclasen, stjóri í Skyn.
Umframt at miða eftir ítróttarligum úrslitum, raðfestir Fleyr at styrkja felagsskapin og trivnaðin, sum eru kjarnueyðkenni fyri eitt gott ítróttarfelag. Skipað verður fyri trivnaðartiltøkum, og arbeitt verður fyri at styrkja felagsskapskensluna millum limirnar á einstøku liðunum eins og tvørtur um lið og aldursbólkar. Ein liður í hesum er at gera neyðugar umvælingar í Fleyrhølinum, so tey eru betur egnað til at hýsa limunum til tiltøk og fundir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald