Fótbóltur

Slovan Bratislava kann helst senda eitt lið á vøllin fríggjakvøldið

Aðrir leikarar koma til landið og skulu síðani hava eina negativa test fyri at sleppa at spæla í Klaksvík fríggjakvøldið. Umboð fyri Slovan royna eisini at fáa leikararnar, sum eru í Føroyum loystar úr sóttarhaldinum, so teir kunnu spæla.

2020-08-19 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At Champions League-fótbóltur verður leiktur í Klaksvík er nú vorðið sera sannlíkt. Slovan Bratislava skrivar á heimasíðu sínari, at eftir nakrar inntensar tímar hevur felagið loyst støðuna við hjálp frá UEFA, og at tað er endaligt at dysturin er útsettur frá í dag til fríggjadagin.

Í gjárkvøldið gav farsóttarnevdin boð um, at hópurin hjá Slovan Bratislava skal í sóttarhald ella av landinum. Hetta var eftir, at ein staðfestur koronatilburðir var í ferðalagnum. Í morgun var fundur, har umboð fyri UEFA gjørdi greitt, hvørji krøvini vóru fyri, at dysturin kann leikast fríggjadagin.

Les eisini: KÍ - Slovan Bratislava verður møguliga leiktur 

Leikarar koma úr Bratislava til Føroyar í seinasta lagi í morginárini. Hesir "eykaleikarar" og møguliga nakrar ungdómsleikarar skulu so umboða slovakiska meistaraliðið í Klaksvík fríggjakvøldið. Hetta var kravið frá UEFA - síðani skal seinasti parturin uppfyllast: At leikararnir ið nú koma til landið verða testaðir negativt við komu. 

Umboð fyri Slovan í Føroyum royna eisini at fáa leikararnar, sum eru í Føroyum, loystar úr sóttarhaldinum. Hetta við at teir verða kannaðir aftur.

Vit hava meira seinni

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder