Annað

So er aftur NFL-tíð

Í nátt byrja teir í USA aftur at spæla sína størstu ítrottargrein og "sítt slag" av fótbólti.

Philadelphia Eagles vann í dramatisku og tøttu finaluni í februar. Í nátt taka Eagles móti Falcons, og seta harvið kappingarárið í gongd
(Mynd: EPA)

Philadelphia Eagles vann í dramatisku og tøttu finaluni í februar. Í nátt taka Eagles móti Falcons, og seta harvið kappingarárið í gongd (Mynd: EPA)

2018-09-06 14:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Philadelphia bresta ørnirnar og falkarnir saman í nátt. Fyrsti dystur í ársins NFL er á skránni, og tað eru Eagles, ið gjørdist meistari seinasta kappingarár, ið taka ímóti Atlanta Falcons.

Frá fyrst í september til fyrst í februar er National Football League í gongd. 32 lið dystast í grundspælinum. 12 koma víðari til endaspælið, ið er í januar mánaði, og fyrsta sunnudag í februar dystast so tvey lið, eitt úr AFC-deildini og eitt úr NFC-deildini, um Super Bowl-heitið. 

Í fjør vann Philadelphia Eagles á fyrsta sinni Super Bowl. Eftir eina fantastiska finalu móti sigursvanda Tom Brady og New England Patriots, kundi Eagles lyfta Lombardi-steypið við einum 41-33 sigri. 

Áhugin er risastórur í USA, og eisini her í Føroyum fylgja nógv væl við. NFL Føroyar er bólkurin á Facebook fyri føroyingar, ið eru NFL-fjepparar.

Tað eru eisini nógv ið spæla og ganga høgt uppí "Fantasy Football", ið er ókeypis kapping á heimasíðuni hjá NFL. Har kunnu áhugaði gera deildir, velja leikarar til sítt lið, har stig so koma útfrá hvussu leikarin klára seg í veruligu dystunum.

Tað er eingin greiður favorittur til at vinna Super Bowl í ár. Tó verða Eagles nevndir til hava góðan møguleika at endurvinna tað, og lið sum Pittsburgh Steelers, New Orleans Saints, Minnesota Vikings, Los Angeles Rams, Green Bay Packers og so sjálvandi New England Patriots, sum í hesini øldini altíð eru til at rokna við í oddinum, verða øll mett at kunna bjóða av.

Kl.01.20 í nátt er kickoff í fyrsta dystinum, og lagt er upp til eitt brak í Philadelphia, ið er í statinum Pennsylvania í eystra parti av USA.

Dystirnir kunnu síggjast á TV3 + og øðrum Viasat-kanlaum. Har verður NFL fylgt tætt. 

  

 

  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder