Fótbóltur

So er aftur Premier League á skránni

Stórdysturin í dag er London-uppgerðin á Wembley.

Seinast Tottenham og Chelsea hittust, var Tottenham omaná
(Mynd: EPA)

Seinast Tottenham og Chelsea hittust, var Tottenham omaná (Mynd: EPA)

2018-11-24 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir landsliðssteðgin fara deildirnar kring Evropa nú aftur í gongd. Í dag byrjar 13.umfar í Premier League. 

Liverpool kann halda fram við leggja trýst á Manchester City, tá Klopp og hansara menn vitja Watford. Eftir eina sera góða byjan uppá kappingarárið er Watford steðgað nakað upp. Liverpool hevur ikki tapt í ár. City, ið er tvey stig frammanfyri Liverpool, vitjar West Ham á olympiska leikvøllinum í London og er stórfavorittur. 

United tekur ímóti Crystal Palace, og liðið hjá Mourinho skal hava trý stig fyri at nærkast topp-fýra av álvara. Fulham tekur ímóti Southampton til botndyst. 

Tottenham og Chelsea jagstra Liverpool og Manchester City heilt frammi í oddinum. Bæði London-liðini hava fingið nógv stig í ár; Chelsea hevur tó sæð meira sannførandi út. Chelsea er nummar trý við 28 stigum - Tottenham er nummar fýra við 27 stigum. Tottenham hevur trupulleikar við skaðum, har millum annað Trippier, Verthongen og Dembelé eru úti. Chelsea er fullmannað. Tað er Pochettino móti Sarri, og nógv er uppá á Wembley í kvøld.  

Hesir sjey dystirnir eru á skránni: 

15.00: Brighton - Leicester
           Everton - Cardiff
           Fulham - Southampton
           Manchester United - Crystal Palace
           Watford - Liverpool
           West Ham - Manchester City 

17.30:
 Tottenham  - Chelsea

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder