Fótbóltur

So fer bólturin av álvara á rull

1. umfar í Betrideildini er á skránni seinnapartin. Stórdysturin er í Klaksvík, har føroyameistarin er á vitjan.

Í seinastu viku spældu grannarnir í Havn tættan dyst um stórsteypið á Tórsvølli - í dag eru stig uppá spæl kring landið

Í seinastu viku spældu grannarnir í Havn tættan dyst um stórsteypið á Tórsvølli - í dag eru stig uppá spæl kring landið

2019-03-10 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er dagurin, ið so nógv fótbóltsáhugaði kring landið hava bíðað eftir. Dagurin har fyrstu dystirnir í fremstu røð hjá monnum verða leiktir. 10 lið skulu yvir 27 umfør stríðast um FM, evropeisk pláss og fyri at sleppa undan niðurflyting. Lagt er upp til eitt spennandi kappingarár.

Fyrsta umfar verður leikt seinnapartin - allir dystirnir byrja klokkan 15.00: 

KÍ – HB
B36 – Skála
NSÍ – EB/Streymur
Víkingur – ÍF
TB – AB

HB-liðið sær sterkt og støðugt út. Suverini føroyameistarin frá í fjør hevur vunnið bæði steypini undan kappingarbyrjan. Hetta sigur kanska ikki ógvuliga nógv, men HB tykist at vera ógvuliga fyri. Einasta minusi tykist at vera, at Tróndur Jensen er skaddur, og óvist er, nær hann spælir aftur. Hørður Askham er tó komin til, og í vikuni kom 22-ára gamla norðmaðurin Andreas Breimyr til. 

HB vann allar útidystirnar í fjør; millum annað tveir í Klaksvík í seinnu hálvu. KÍ skal royna at koppa havnarfelagnum hesuferð, men tað er framvegis óvist hvussu stóra styrki KÍ hevur, tí so nógv útskifting hevur verið. Liðið endaði kappingarárið í fjør illa. Tað er eingin ivi um, at arvafíggindarnir eru uppsettir til uppgerðina í dag.

Í Gundadali er áhugaverd uppgerð. Skála hevur ongantíð vunnið á B36 har, men B36-liðið er skert orsakað av skaðum og eisini leikbanni sum Alex Mellemgaard fekk í stórsteypadystinum. Skála-liðið er spennandi, og í dag verður 41-ára gamli Fróði Benjaminsen í nýggjum búna í Betrideildini. Talan kann blíva um ein javnan dyst, hóast B36 hevur havt sera gott tak á Skála seinastu árini. 

Í Eysturoynni eru tveir greiðir favorittar. Víkingur tekur ímóti uppflytarunum hinmegin Varmakeldueið, og liðið skal royna at vinna fyrsta dystin í Betrideildini síðani 12.august. Fyri ÍF er hetta ein spenanndi uppgáva at byrja við. Við Løkin er EB/Streymur við einum ørvísi liðið og nýggjum venjara á vitjan. NSÍ hevur eisini nýggjan mann á síðulinjuni, og størsti mangulin er Árni Frederiksberg. 

Dysturin við Stóra kann avgjørt fáa týdning fyri botnstríðið. TB og AB koma væntandi at stríðast fyri lívinum, og tað eru lið, har flesti leikararnir ikki hava eina rýgvu av royndum frá Betrideildini. Talan kann gerast um ein spennandi og tættan dyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder