Hondbóltur

So tepurt sum gjørligt í Royal Arena

Føroysku menninir leiktu ein frálíkan dyst, men tað rakk tíverri akkurat ikki til stig.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-04-13 18:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Ukraina hava júst leikt ein sera javnan og góðan EM-undankappingardyst í Royal Arena. Føroyska liðið, ið tapti við ellivu málum í Kiev, vísti í dag, at tað av álvara kann spæla við og spældi fult upp við sterku ukrainarnar.  

Samanumtikið var talan um ein sera góðan fyrra hálvleik í stóru høllini, har føroyingarnir høvdu nógvan uppbakning. Í mun til dystin mikudagin duttu  føroyingarnir ikki ímillum eina løtu inn í dystin, og í mun til dystin í Kiev byrjaðu føroyingarnir væl í verjupartinum. Teir vóru væl fyirireikaðir uppá krossingarnar hjá Ukraina, og tað eydnaðist nógv betri at koma út at takkla

Í álopspartinum gekk Kjartan Johansen á odda fyrstu løtuna; strandingurin  skoraði fýra útav teimum fyrstu  Álopi fór so líðandi at koyra betri og betri. Eina góða løtu skiftust liðini um at skora, og stórar fimm minuttir fyri hálvleik komu føroyingar á odda, og høvdu einaferð møguleikan at koma uppá + 3, men ístaðin vann útilið seg framum hálvan minutt fyri steðgin.

Myndir: Føroyar - Ukraina

Føroyar komu væl út til 2. hálvleik, og tað var óhugnaliga javnt so at siga til seinasta minutt. Føroyska verjuspælið var framhaldandi ágangandi og leikararnir tóku veruliga ábyrgd, og Nicholas Satchwell fekk fatur á ógvuliga nógvum bóltum. Í hinum endanum vísti málverjin hjá Ukraina eisini klassa, og hevði nakrar stórar og avgerandi  bjargingar. 

Sum seinni hálvleikur leið og spenningurin steið, gjørdist larmurin í Royal Arena størri og størri. Áskoðarnir tyktust at trúgva meira og meira uppá sensatiónina, men tíverri kostaðu nakrar tekniskar villur, útvísingar og ivasamar dømingar nakað, tí tað kom út til marginalarnar. Tað eydnaðist ikki at steðga útiliðnum í teimum flestu av seinastu álopunum, og Føroyar komu ikki tættari enn -1 seinastu fimm minuttirnar. Hóast hetta kunnu føroyingarnir vera sera væl nøgdir við avrikið. 

Vit hava viðmerkingar til reiðar skjótast gjørligt.



EM-undankappingin, bólkur 8
4. umfar - Royal 
Arena, Keypmannahavn
Føroyar - Ukreina 26-27 (14-15) 

Málskjúttarnir hjá Føroyum
Kjartan Johansen 7 (2)
Peter Krogh 3
Helgi Hildarson Hoydal 3
Rói Berg Hansen 3
Rókur Akralíð 2
Jónas G. Djuhuus 2
Hans Eli Sigurbjørnsson 2
Niklas Selvig 2
Áki Egilsnes 1

Føroyar byrjaðu á hendan hátt: 
Nicholas Satchwell, Niklas Selvig, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal, Jónas G. Djurhuus (Ròkur Akralíð í verjuni), Peter Krogh, Rói Berg Hansen. 

Sonni Larsen og Jeppe Borch skiftu nógv út ígjøgnum dystin, og flestu útileikararnir vóru rímiliga nógv í spæl

Dystargongdin: 
10.min: 4-4
15.min: 6-7
20.min: 10-11
25.min: 13-12
35.min: 16-16
40.min: 19-17
45.min: 20-21
50.min: 22-22
55:min: 24-25

Um ein tíma spæla Danmark og Montenegro í somu høll.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder