Ein týdningarmikil partur av putlispælinum hjá Neistamonnum er komin upp á pláss. Rasmus Søby hevur longt sáttmálan við Neistan enn eitt ár.
Hesum boðar felagið frá í kvøld.
Rasmus hevur verið ein sera týðandi partur av bæði verju og álopspartinum hjá neistamonnum tey seinastu árini. Hann er verjugeneralurin, hevur nógv asist, skorar nógv mál og góður í avgerandi løtum, sigur Neistin um Søby.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Umframt at spæla við Neistamonnum, skal Rasmus Søby verða ungdómsvenjari í felagnum. Rasmus og unnustan Stina Madsen, sum eisini er ein týdningarmikil persónur í felagnum, trívast sera væl í Føroyum og hava tey lært seg føroyskt. Tey, bæði skilja og lesa føroyskt.
Neistin er sera fegin um, at Rasmus tekur eitt ár afturat, sum tryggjar felagnum ein góðan og neyðugan kontinuitet, skrivar felagið í fráboðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald