Annað

Søguligur kvinnudystur og klárt til hálvfinalur í kurvabólti

Dysturin hetta vikuskiftið gjørdist til ein heilt søguligan dyst í føroyskari kurvabóltssøguni – allir leikarar og dómarar vóru kvinnur.

2022-04-04 13:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið vóru síðstu dystirnir leiktir í grundspælinum í Trygd-kappingunum hjá kvinnum og monnum.

Hjá kvinnunum hevur kappingin í ár verið nakað serlig við at fýra lið hava luttikið og trý av teimum eru frá felagnum Sporðdrekanum. Fjórða liðið er Hávur úr Klaksvík.

Undan vikuskiftinum var greitt, at tvey Sporðdrekalið (reyðar og svartar) fóru at enda nummar eitt og tvey. Hávur hevur tryggjað sær triðja plássið, og á fjórða plássi enda blaðunga (gular) Sporðdrekalið.

Dysturin hetta vikuskiftið gjørdist til ein heilt søguligan dyst í føroyskari kurvabóltssøguni. Allir leikarar og dómarar vóru kvinnur.

Hetta er fyrstu ferð, at heili fimm kvinnur hava mannað dómaraborðið og eisini dømt dystin. Tað gekk væl at avgreiða dystin, og hetta er nakað tey handan kurvabóltin eru sera fegin og errin av.

Hjá monnunum vóru flestu plássini undan vikuskiftinum tryggjaði, men har var ein óvissa um 2. plássið hjá monnunum.

Fríggjakvøldið leiktu Ravnur og Sporðdrekin á Toftum og tann dystin vann Sporðdrekin og tryggjaði sær annað plássið í grundspælinum í Trygd-kappingini.

Frammanundan var greitt, at Hamar 1 vann grundspælið, tá teir høvdu vunnið heili níggju av tíggju dystum hjá sær. Fremstu liðini tryggja sær heimavøll í hálvfinalunum. Hini liðini, ið eru komin í hálvfinaluna eru verandi føroyameistarin, Hamar 2 og spildurnýggja liðið í Vágunum, Nykur.

Skráin fyri hálvfinalurnar er hendan:

Leygardagin 9. apríl í høllini á Argjahamri:
Kl. 13:00 Hamar 1 – Nykur
Kl. 16:00 Sporðdrekin – Hamar 2

Sunnudagin 10. apríl í høllini á Argjahamri:
Kl. 13:00 Svartir Sporðdrekar – Gulir Sporðdrekar
Kl. 16:00 Reyðir Sporðdrekar – Hávur

Tað er ókeypis atgongd.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder