Fótbóltur

Søguligur sigur til Kosovo

Ein marrubyrjan í 2.hálvleiki kostaði føroyska liðnum í Pristina, og gav Kosovo trý stig í sínum fyrsta heimadysti í landinum.

Kosovo var sterkari í kvøld, og í avgjørdi dystin tíðliga í 2.hálvleiki
(Mynd: Sverri Egholm)

Kosovo var sterkari í kvøld, og í avgjørdi dystin tíðliga í 2.hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-10 21:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein serstakur stemningur á Fadil Vokkri leikvøllinum, tá Kosovo tók ímóti Føroyum í kvøld. Talan var um fyrsta heimadyst, ið Kosovo leikti í landinum. Tað varð beinanvegin útselt til dystin, og fólk streymaðu inn meira enn tíma undan dystinum.  Tað var til tíðir ein øðiligur larmur; serliga beint undan dystarbyrjan, í tíðaeskeiðinum har málini komu, tá útskiftingar vóru og tá dómarin bríkslaði av. Teir áleið 100 føroysku fjeppararnir, ið sótu heilt niðri við vøllin, royndu sítt at geva teimum 13.000 mótspæl, men eins og á vøllinum var tað tíverri til fánýtis.

Tá smáir tíggju minuttir vóru leiktir vann Brandur Hendriksson bóltin og síðani eitt fríspark tætt við brotsteigin hjá Kosovo. Tað var spískt í vinstru, men skálvíkingurin royndi seg, men rakti nettakið.

Kosovo hevði annars yvirtakið og flutti bóltin nógv runt, men tað gjørdist einans til nøkur vandaleys innlegg fyrsta korterið. Tá tjúgu minuttir vóru lektir, kom Kosovo tó tætt uppá, tá Arber Zeneli breyt ígjøgnum í vinstru. Eftir hetta harnaði trýstið hjá heimaliðinum, men eins og áður; leikarnir hjá Kosovo vóru tryggir á bóltinum, men føroyingarnir vóru fyri øllum innleggunum, ið ikki silgdu afturum.

Føroyska liðið hevði generelt ilt við at fáa ró á bóltin og fleiri samanhangandi alveringar í 1.hálvleiki, men móti endanum komu Føroyar betri við, og fingu spælt seg til nakrar fínar støður.

Sigandi er, at hóast Kosovo hevði bóltin 68 % av tíðini mótvegis teimum 32 % hjá Føroyum, so høvdu liðini eins nógvar royndir uppá mál, tá farið var til hálvleiks.

Beinanvegin í 2.hálvleiki hevði Kosovo eina góða roynd eftir eitt frísparksinnlegg úr vinstru. Og Kosovo kom eisini væl betri út ,og fimm minuttir inn í hálvleikin legði Zeneli heimaliðið á odda, tá hann bjóðaði av í vinstru, og komin inn í brotsteigin krúllaði hann bóltin út í longra málhorn.  Í næsta álopinum var sera nær við at tað gjørdist 2-0; men Gunnar Nielsen vardi fyri við einari framúr bjarging. Kosovo helt fram, og tveir minuttir seinni var. Frísparksinnlegg úr høgru, Gunnar bjargaði væl í fyrstu atløgu, men so kundi stóri áleyaprin Atdhe Nuhiu skumpað bóltin í málið.

Føroysku leikararnir brúktu eina løtu at koma yvir skelkin, og teir komu eisini betri við. Men eftir 2-0 málið var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin. Heimaliðið royndi at fáa triðja málið, har larmandi fjøldin eggjaði til, men broddurin var farin nakað av. Føroyingar stríddust fyri at koma innaftur í dystin, men megnaðu ikki at skapa vandamiklar møguleikar.

Tískil endaði tað, eins og í venjingardystinum landanna millum í 2016, við 2-0 sigri til Kosovo, ið nú er á odda í bólkinum. Á Malta var Aserbadjan á vitjan, og har endaði tað við 1-1 javnleiki. Næsti dysturin hjá Føroyum er heimadystur 11.oktober móti Aserbadjan.

 

UEFA Nations League – deild D, bólkur 3 (2.umfar)

Fadil Vokkri leikvøllurin, Pristina

Kosovo – Føroyar 2-0(0-0)

1-0 50.min Arber Zeneli
2-0 55.min Atdhe Nuhiu
  

Føroyska liðið: Gunnar Nielsen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Kaj Leo í Bartalsstovu(`79 Rógvi Baldvinsson), René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Gilli Rólantsson Sørensen – Brandur Hendriksson Olsen(`61 Sølvi Vatnhamar) - Jóan Símun Edmundsson 

Áskoðaratal: 13,500

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder