Fótbóltur

Soleiðis ávirkar avgerðin hjá UEFA føroysku landsliðini og feløgini

Alt landsliðsvirksemi hjá yngru landsliðnum til og við juni er avlýst, og undankappingardystirnir hjá kvinnum og U21, sum skuldu verða í juni, eru útsettir til í heyst.

Jóannes Bjartalíð - her í U21 landsdysti í 2018. U21 landsliðið skal eftir nýggju ætlanini spæla seks dystir í seinnu hálvu av árinum. A-landsliðið hjá monnum skal møguliga spæla tveir venjignardystir í heyst ístaðin fyri í juni (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð - her í U21 landsdysti í 2018. U21 landsliðið skal eftir nýggju ætlanini spæla seks dystir í seinnu hálvu av árinum. A-landsliðið hjá monnum skal møguliga spæla tveir venjignardystir í heyst ístaðin fyri í juni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-02 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingir landsdystir verða leiktir áðrenn juli mánað. Hesa avgerð tók UEFA í gjár í samband við videofond við tey 55 limalondini í evropeisku fótbóltssamgonguni. 

Les eisini: UEFA hevur aftur útsett kappingar og landsdystir

Í greinini omanfyri frá í gjár royndu vit at gerða upp, hvat hetta merkti - serliga fyri føroyskan fótbólt.

FSF hevur í dag á heimasíðu sínari boðað frá, at tað fyrst kemur at ávirka tey ungdómslandsliðini, ið skuldu spæla í apríl, mai og juni. U19 Gentur skuldu spæla tveir venjingardystir móti Lettlandi mitt í hesum manaðinum, U17 Dreingir skuldu til Andorra tíðliga í mai, U15 Dreingir skuldu til EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg seinni í mai, og um mánaðrskifti mai-juni skuldu U18-landsliðið til venjingarkapping í Fraklandi. Alt hetta er nú avlýst

Á videofundinum varð eisini avgjørt at útseta undankappingardystirnar hjá kvinnulandsliðunum og U21-landsliðnum, sum eftir ætlan skuldu verða í juni.
Sum avleiðing av hesum varð samtykt at útseta EM-endaspølini hjá kvinnum og U21, sum skuldu verða í 2021, til í staðin at verða á sumri í 2022.

U21 landsliðið skuldi taka ímóti Norðurmakedónia 4. juni. Frammanundan eru heimadystirnir móti Spania og Montenegro útsettir. Nýggju dagfestingarnr eru ikki greiðar enn, men ætlanin er, at  EM-undankappingin hjá U21 og hjá kvinnunum skal endað í november. 

Dystirnir hjá kvinnulandsliðnum í Noreg og Norðurírlandi eru útsettir frá fyrst í juni til í november, sum skilst.

Her sæst stórur partur av landsliðsskránni fyri 2020

Manslandsliðið skuldi spæla veningardyst í Reykjavík 3. juni og møguliga ein annan nakrar dagar seinni. Í gjár skrivaðu vit, at dysturin móti Íslandi er avlýstir. Hetta er ikki heilt víst, tí hann verður møguiga spældur í september ella oktober. Dystardagurin er útettur, men tað er ikki víst, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti á nýggju dagfestingini.

FSF skrivar, at manslandsliðini eftir nýggju ætlanini skal spæla átta landsdystir í heyst. Umframt dystirnar í bólkaspælinum í UEFA Nations League, sum ikki er útsett, skal A-landsliðið við monnum møguliga eisini spæla tveir venjingardystir, sum verða i september og oktober.

Fyri KÍ, B36, NSÍ og HB hevur avgerðin í gjár tí ávirkanina, at undankappingardystirnar til Champions League og Europa League um mánaðarskifti í juni og juli allarhelst verða á skránni nakað seinni. Tað er ilt at siga, nær Champions League og Europa League 2020/2021 fara í gongd, tí UEFA ætlar at fáa verandi kappingar lidnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder