Fótbóltur

UEFA hevur aftur útsett kappingar og landsdystir

Landsdystir í juni eru útsettir ella avlýstir, harímillum Ísland - Føroyar hjá monnum, ið ikki verður leiktur, og EM-undankappingardystir hjá kvinnum. Núverandi liðkappingar hjá UEFA skulu spælast lidnar, tá tað ber til.

Føroyska A-landsliðið hjá monnum sleppur ikki í gongd undir nýggja venjaranum enn (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska A-landsliðið hjá monnum sleppur ikki í gongd undir nýggja venjaranum enn (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-01 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koronavirusið ger, at so at siga allur fótbóltur í Evropa liggur lamin. Tað er bert í Hvítarusslandi, at yrkisfótbóltur verður leiktur í løtuni.

Fyri 15 døgum síðani avgjørdi UEFA saman við sínum limalondum, at EM 2020 skuldi útsetast til 2021. Harumframt varð avgerð tikin um, at Champions League og Europa League fyribils skuldu steðgast, og at allar evropeisku landskappingarnar, ið skuldu enda í mai, høvdu til 30. juni at fáa sínar kappingar avgreiddar. Síðani var ætlanin at byrja undnakappingarnar til Champions League og Europa League 2020/2021 síðst í juni/ fyrst í juli. 

Les eisini: UEFA gevur deildunum kring Evropa raðfesting

Eftir videofund við umboðum frá øllum 55 limalondunum hevur UEFA í dag kunngjørt, at allur landsliðsfótbóltur fram til og við juni er útsettur ella avlýstur. Hetta rakar millum annað nøkur ungdóms EM-endaspøl, Play-off dystirnar til EM-endaspælið hjá monnum og venjingardystirnar í juni og EM-undankappingardystir hjá kvinnunum. Føroyar og Ísland skuldu spæla venjingardyst í Reykjavík í juni, men tann dysturin verður av ongum, eins og teir í Danmark og Andorra, sum skudlu verða leiktir í seinastu viku.. Dystirnir hjá kvinnulandsliðnum í Noreg og Norðurírlandi eru útsettir frá fyrst í juni til í november. Frammanundan er dysturin, sum skuldi leikast í Wales 10. apríl fluttur til 22.oktober, so kvinnurnar hava nú fimm undankappingardystir á skrá í heyst

[object Object]
Ásla Johannesen og hinir landsliðsleikararnir sleppa heldur ikki at royna seg í juni (Mynd: Sverri Egholm) 

Evropeiska fótbóltssamgongan boðar eisini frá, at Champions League og Europa League framhaldandi eru útsett til óasetta tíð. Greitt er, at nýggju kappingarnar (tær sum eiga at byrja í summar - 2020/2021) ikki byrjað fyrrenn tær núverandi eru lidnar, uttan so at tað gongur alt ov long tíð til tær núverandi koma í gongd aftur Í Champions League mangla fýra dystir í áttandapartsfinalunum - í Europa League eru fyrru áttanapartsfinalurnar leiktar.

[object Object]
KÍ og HB sleppa ikki at dystast í Betrideildini í løtuni, og skulu helst ikki at spæla í ávíkavist Champions League og Europa League fyrrenn seint í summar ella í heyst einaferð (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið tyktist tað næstan púra greitt, at førysku liðini ikki skulu spæla evropeiskan fótbólt í summar, men at tær nýggju kappingarnar ikki fara í gongd fyrrenn einaferð í heyst. Forsetin í UEFA, Aleksander Ceferin segði tó í samrøðu í seinastu viku, at um einki byrjar aftur fyrrenn komið er inn í juni mánað, fer tað illa at bera til at fáa 2019/2020 kappingarárið liðugt.

Sí útmeldingina frá UEFA her

Hvussu so verður við landskappingunum kring Evropa er ógreitt. Spurningurin er, um tær stóru deildirnar, og hinar ið skuldu enda í mai, fáa longri freist enn til 30. juni. Hetta hevur UEFA ikki gjørt heilt greitt enn, men eftir útmeldingini í dag at døma, kundi okkurt týtt uppá tað. 
  
[object Object]Stóri spurningurin í Onglandi er, um Liverpool fær møguleika til at gera arbeiði í Premier League heilt liðugt. Nýggjasta útmeldingin frá UEFA bendir á, at limalondini fáa longri tíð at avgreiða sínar kappingar, um koronavirusið byrjar at hasa av um ikki alt ov langa tíð (Mynd: EPA)

Rættað: 18:20

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder