
Eftir videofund við umboð fyri limalondini fyrr í dag varð kunngjørt, at EM-endaspælið hjá monnum er útsett frá juni-juli 2020 til juni-juli 2021.
Les eisini: EM úsett eitt ár
Alexander Ceferin sigur í útmelding seinnpartin, at full semja var millum umboð fyri tey 55 limalondini, og at hon var útsett við heilsuni hjá fjepparum og leikarum fremst í huga, evropeiskum fótbólti sum heild, ið ikki kann fara fram undir verandi umstøðum, og fyri at geva deildunum kring Evropa møguleika at enda kappingarnar (sum tað snýr seg um í teimum flestu londunum - øllum teimum størstu deildunum).
Viðvíkjandi hesum skal støða takast í hvørjum einstøkum landi. UEFA hevur nú sett ein arbeiðsbólk til at viðgerða, hvussu Champions League og Europa League, ið eru steðgaðar fyribils, kunnu halda fram.
Forsetin í UEFA hevur gjørt greitt, at ivasamt er við hesum eisini, og at tað kemur at hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri evropeisku fótbóltssamgonguni. 12 ymiskar vertstjóðir eru
Greitt er nú eisini, at Copa America, ið er meistarheitið hjá suðuramerikonsku londunum, er flutt frá summarinum 2020 til summarið 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald