Fyrrapartin hevur UEFA hildið videofund við umboð fyri síni limalond.
Serliga hevur EM, ið eftir ætlan skuldi haldast í juni og juli, verið evni. Nakrir miðlar hava seinastu dagarnar borið fram sterkar ábendingar um, at endaspælið verður av ongum í summar.
Nú er hetta váttað - í øllum førum av norska fótbóltssambandinum á Twitter:
- UEFA hevur avgjørt, at EM verður útsett til 2021. Tað verður spælt frá 11 juni til 11 juli næsta ár. Meira kunning seinni
Evropeiska fótbóltssambandið hevur ikki váttað tíðidnini enn, men einki bendir á, at útmeldingin hjá norksa fótbóltssambandinum ikki er í tráð við veruleikan.
Fundurin heldur sum skilst fram seinnapartin, og tá verður kappingarnar í Evropa og deildirnar kring heimspartin viðgjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald