Fótbóltur

Soleiðis kanst tú stroyma dystirnar hjá NSÍ og KÍ í kvøld

Báðir kunnu keypast á útlendskum stroymingartænastum - KÍ spælir í Finnlandi klokkan 17 og NSÍ í Klaksvík klokkan 19.45.

KÍ og NSÍ hava finska mótstøðu í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ og NSÍ hava finska mótstøðu í kvøld (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-10 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld seta KÍ og NSÍ hol á føroysku luttøkuna í Conference League í ár. Bæði spæla móti finskari mótstøðu - KÍ í Finnlandi og NSÍ í Klaksvík har liðið í ár hevur evropeiskan heimavøll.

Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli

17.00: 
SJK Seinäjoki - KÍ 
19.45: NSÍ - HJK Helsinki (Við Djúpumýru)

Sí eisini: Jann Benjaminsen: - Vit fara at leypa á og fara eftir sigrinum

Sí eisini: Jóannes Kalsø Danielsen; - Evropeisku dystirnir hevur ótruliga stóran týdning fyri okkum

Báðir dystirnir verða stroymdir á útlendskum stroymingartænastum, har teir kunnu keypast:

SJK - KÍ kann stroymast her fyri 20 evrur (149 krónur)

NSÍ - HJK Helsinki kann stroymast her fyri 10 evrur (75 krónur)

Portalurin verður til dystin við Djúpumýru og hevur ymiskt tilfar harfrá - millum annað beinleiðis dagføring "livescore" á forsíðuni undir dystinum

Atgongumerki til dystin hjá NSÍ skulu keypast í forsølu. Tey kunnu keypast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder