
- Okkara málsetningur í Evropa, er sjálvandi at koma so langt sum yvirhøvur gjørligt. NSÍ hevur megnað einaferð áður at spælt seg víðari frá fyrsta umfari, so tað í sær sjálvum er fyrsta málið. Síðani taka vit ein dyst í senn. Evropeiska summarið fer ikki at avspegla alt kappingarárið, men sjálvandi vil tað betra samlaða avrikið, um vit megna at spæla okkum víðari, og tað fara vit sjálvsagt eftir.
Hetta sigur Jann Benjaminsen við Portalin. 28-ára gamli NSÍ-bakkurin var við, tá NSÍ í 2020 spældi seg víðari við 5-1 sigri á walisiska Barry Town - tá var bert ein dystur.
Sí eisini: NSÍ skal spæla fyrsta evropeiska dystin síðani 2021
Síðani hevur Jann verið í norska Hødd og í B36, áðrenn hann í vetur skifti aftur til NSÍ. Nú er landsliðsspælarin, saman við hinum, til reiðar at stríðast móti HJK Helsinki.
Størsta og mest vinnandi finska felagið hevur áður verið í betri skørum. Í løtuni er liðið á 4. plássi í Veikkausliguni. Jann Benjaminsen staðfestir tó, at mótstøðuliðið hjá NSÍ í Conference League hevur nógvar ymiskar dygdir - og dygdarspælarar sum fyrrverandi Premier League-áleyparan Teemu Pukki.
- HJK er eitt lið, ið ynskir at stýra spælinum við bólti, eins og vit gera. Tað er eitt lið við ógvuliga ymiskum spælarum; bæði ungum kvikum leikarum og eldri roydum leikarum, við eitt nú Pukki. Teir eru sera dugnaligir í fasu 1 og 2 av spælinum og harumframt sera dugnaligir í kontraspælinum.
Teemu Pukki í landsdysti fyri Finnland í mars. Áleyparin hevur skorað fleiri landsliðsmál enn nakar annar finni og hevur áður umboðað millum annað Brøndby og Norwich. Nú roynir hann at skjóta mál fyri HJK (Mynd: EPA)
Har er eisini ymiskt at gagnnýta hjá NSÍ, sum skal spæla sítt spæl í heimadystinum.
- HJK trýstir vanliga høgt og í støðum gerst liðið langt - tað vil siga, at pláss er ymsastaðni. Hetta kann skapa plass til okkum í millumrúminum og hálvrúminum.
- Vit fara út við okkara vanliga útgangsstøði og gera tað vit eru góðir til og leypa á. Dysturin skal sjálvandi liva til komandi viku, men vit fara eftir sigrinum í Føroyum, sigur Jann Benjaminsen at enda við Portalin.
HJK Helsinki stendur sum favorittur til dystin í Klaksvík, sum byrjar klokkan 19.45. Portalurin verður á staðnum við ymiskum tilfari.
Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli
19.45: NSÍ - HJK Helsinki (Við Djúpumýru)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald