Sølvi Vatnhamar er aftur tøkur til landsliðsfótbólt. Tvey brotin ryvjabein vóru annars orsøkin til, at miðvallarin ikki var við ímóti Aserbadjan og Kosovo fyri einum mánað síðani. Men, sum hann sjálvur sigur, so er hann 100 prosent klárur til komandi uppgávur á føroyska miðvøllinum.
A-landsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til UEFA Nations League dystin móti Aserbadjan, sum verður á Baki Oliympia Stadion í Baku í Aserbadjan leygardagin. Ferðalagið kom til aserbadjanska høvuðsstaðin seint týsdagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni.
FSF Varpið hevur gjørt samrøðu við Sølva Vatnhamar sum sigur, at stendur tað til hann, so tekur føroyska landsliðið øll stigini í Aserbadjan.
Sí FSF Varpið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald