Fótbóltur

Sølvi Vatnhamar: Møguleikin er sjálvandi til staðar

32-ára gamli Sølvi Vatnhamar og hansara liðfelagar fyrireika seg nú til uppgávuna í Helsinki týskvøldið.

Sølvi Vatnhamar, her í dysti við liðformannin hjá HJK Helsinki í 2-1 ósigrinum á Svangaskarði týskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Sølvi Vatnhamar, her í dysti við liðformannin hjá HJK Helsinki í 2-1 ósigrinum á Svangaskarði týskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-15 22:28 Author image
AGNAR FREDERIKSEN
placeholder

Í morgin eru tað Vladimir Putin og Donald Trump, ið hittast á toppfundi í Helsinki. Týkvøldið eru tað Víkingur og HJK Helsinki, ið hittast í finska høvuðsstaðnu til Champions League undanumfarinum. 

Týskvøldið er tað aftur evropeiskur dystur við føroyskari luttøku. Víkingur skal spæla seinna dystin í fyrsta undanumfarinum í Champions League. Í gjár komu føroyameistararnir til finska høvuðsstaðnum, har teir nú fyrireika seg til uppgávuna. Vit hava fingið orðið á Sølva Vatnhamar úr Helsinki: 

- Vit fyrireika okkum sum vit vanliga gera til evropeiskar uppgávur: Vit reisa í góðari tíð, soleiðis at vit venja okkum eitt sindur við veðurlagið o.s.fr. Annars er alt tað praktiska í ordan; vit búgva væl, fáa góðan matur, so fokus er í top. Og vit eru spentir til hesa uppgávuna. 

Víkingur fekk ikki tað besta útgangsstøði frá fyrra dystinum á Svangaskarði. HJK Helsinki var omaná og vann 2-1. Finska liðið sat á dystinum í fyrra hálvleiki, meðan Víkingur kom nógv betri við í 2.hálvleiki, har heimaliðið fekk minkað um munin. Royndi miðvallarin hjá Víkingi sigur eisini, at tað týskvøldið snýr tað seg í stóran mun um, at endurtaka taktirnar frá seinastu 45 minuttum á Svangaskarði: 

- Vit koma at spæla dystin á sama hátt sum í fyrra dystinum á heimavølli. Vónandi fáa vit dystargongdina at líkjast seinna hálvleiki á Toftum, og vit skulu so royna at fáa eina málið, sum kann fáa fjáltur á mótstøðuliðið. Og so kann alt henda. Men vit vita sjálvandi, at tað verður torført í nógvum hita og á stórum vølli. Teir fara sikkurt at royna at renna okkum troyttar við skjótum spæli, sum eisini eydnaðist væl hjá teimum fyrstu 45 minuttirnar í Føroyum. 

Víkingur skal skora minst tvær ferðir í Helsinki, um Champions League-dreymurin skal haldast í lív. Og Sølvi og Víkingarnir trúgva uppá tað: 

- Møguleikin er sjálvandi til staðar, og vit fara eftir at yvirraska, og gera eysturbúgvar stoltar! Vit hava roynt tað fyrr í fleiri førum. Í fjør vunnu vit 1-4 á úti vølli í Kosovo! Og vit vóru bara 10 min frá at klára Íslensku meistararnar eisini, So hví ikki?

Dysturin týskvøldið byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder