Heimligu kappingarnar eru av. Føroyameistararnir eru funnir hjá kvinnum og monnum og tað eru steypavinnararnir eisini. Nú er tíð til at gera upp og heiðra tey bestu.
Bestu fótbóltsspælarar í Føroyum skulu leygardagin 8. november klokkan 15 heiðrast á ársins spælaratiltaki, sum FM1 og Portalurin skipa fyri á Hotel Hilton Garden Inn.
Fleiri enn 20 heiðurslønir verða latnar.
Tiltakið verður sent beinleiðis á FM1 og á Portalinum verður livebloggur har fylgt verður við heiðurshandanini og myndir koma út so hvørt.
Heiðrarnir, sum verða latnir, eru ársins áleypari, miðvallari, verjuspælari, málverji, dómari, venjari, venjari 1. deild, gullskógvurin, ársins lið, Fair Play steypið, miðlari, ársins ungi spælari og ikki minst ársins spælari.
Tað eru liðskiparar og venjarar hjá feløgunum í bestu deildunum umframt landsliðsvenjari og miðlafólk sum atkvøða um, hvør skal kjósast í hesum ymsu bólkunum.
Nøkur feløg hava ársveitslu leygarkvøldið, og hetta er tískil eitt frálíkt høvi at byrja dagin og veitsluna við.
Í morgin fríggjadagin avdúka vit, hvørji eru tilnevnd.
Lurta á FM1 og fylg við livebloggi við teksti og myndum á Portalinum. Leygardagin 8. november kl. 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald