
Í heimadystunum móti Aserbadjan og Kosovo fyrr í hesum mánaðinum var føroyska liðið uttan ein av lyklaleikarunum seinastu árini: 32-ára gamla Sølva Vatnhamar
Miðvallarin breyt nøkur rivjabein í dysti móti B36 seinast í septmeber og hevur síðani bundið frið.
Sølvi sigur í kvøld, at støðan er væl betri nú:
- Eg havi ikki fingið vant við síðani skaðan, men havi súkklað og annars roynt at hildið meg í gongd. Eg merki nakað til tað, um eg lyfti okkurt tungt, men annars er tað gott nú.
Leirvíkingurin greiðir frá, at hann hevur spart seg seinastu tíðina; vandi er fyri at tað fer ordliga, um hann fær eitt slag aftur. Sølvi er millum teir 24 leikararnir, ið eru úttiknir til landsliðsvenjingarnar, sum byrja eftir at Betri-deildin endar:
- Eg spæli allarhelst ikki leygardagin, men ætli at fara at royna at venja í komandi viku. Um alt gongur sum tað skal, so eri eg tøkur til komandi landsdystirnar.
Føroyar spæla í Aserbadjan 17/11 og á Malta 20/11.
Sølvi Vatnhamar hevur sáttmála við Vìking fyri komandi ár. Hann verður ein umráðandi partur av liðnum, sum er í gongd við at byggja upp. Sølvi sigur við Portalin, at tað er ikki nógv greitt í løtuni um hópin í Sarpugerði til næsta kappingar; tað verður bíðað eftir til venjaraspurningurin er komin uppá pláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald