Fótbóltsfelagið SønderjyskE úr Haderslev gjørdist í gjárkvøldi danskur steypavinnari við at finna 2-0 í finaluni móti AaB úr Aalborg.
Finalan varð spæld í Esbjerg. 1.750 áskoðarar sluppu at vera til staðar í dystinum, umleið 750 frá hvørjum felag.
Dysturin gekk ikki heilt stillisliga, tí eftir umleið ein hálvan tíma, mátti dysturin brótast av, tá tað varð staðfest, at áskoðararnir hjá AaB ikki hildu seg til krøvini, ið vórðu sett orsaka av korona støðuni.
Dysturin varð brotin av í umleið eitt korter áðrenn hann kundi takast uppaftur, og sagt verður, at hesin støðgurin órógvaði spælið nakað.
Anders K. Jacobsen, sum fyrr hevur spælt við AaB, gjørdist stóri sigursharrin. Hann skjeyt bæði málini fyri SønderjyskE í finaluni. Hetta er fyrstu ferð, at tað eydnast liðnum úr Suðurjútlandi at vinna donsku steypakappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald