Fótbóltur

Sonni Ragnar útvístur í Horsens-javnleiki

Hallur Hansson spældi allar 90 minuttirnar fyri Horsens í dag; Sonni Ragnar fekk beinleiðis reytt kort í 77. minutti.

Sonni Ragnar Nattestad, her í dysti fyri Føroyar, varð rikin av vølli í Horsens í dag
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Sonni Ragnar Nattestad, her í dysti fyri Føroyar, varð rikin av vølli í Horsens í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-10 20:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

AC Horsens tók ímóti Sønderjyske seinnapartin. Liðini hava sama stigatal, so lagt var upp til ein javnan dyst. Og tað endaði eisini við stigdeiling.

Heimaliðið hevði Sonna Ragnar Nattestad í miðverjuni og Hall Hansson á sentrala miðvøllinum. SønderjyskE legði seg á odda í 13.minutti, men Kasper Junker javnaði stutt fyri hálvleik.

Dysturin var lívligur; tað var nógv aftur og fram. Sum seinni hálvleikur leið fekk Horsens yvirtakið og legði eitt ávíst trýst á útiliðið. Men tá áleið eitt korter var eftir, fekk heimaliðið ein mann riknan av vølli. Í einari umstilling var Sonni Ragnar aftasti maður, hann legði armin á økslina hjá Mart Lieder, ið nærkaðist brotsteignum hjá Horsens. Kontaktin var ikki nógv, men tá Lieder fór umkoll metti dómarin, at tað var nóg mikið til at taksera tað eitt fríspark, eina neyðbremsu og harvið reytt kort til føroyingin.  

Tað kom tó einki mál afturat. Hallur og hini níggju hildu fast. Sonni Ragnar skal nú sita við leikbanni. Horsens er framvegis á 6. plássið, ið gevur atgongd til endaspæli um meistaraheiti, men Aab, OB og Randers hava øll møguleika at fara fram við, um tey vinna í morgin.

Næsta uppgávan hjá Halli og Sonna Ragnar er við føroyska landsliðnum; í Aserbadjan komandi leygarkvøld.  


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder