Sonni Ragnar Nattestad er aftur í Horsens. 24-ára gamli miðverjin varð fyri stuttum leigaður út úr Molde, og í dag byrjaði hann inni fyri Horsens fyrstu ferð síðani skifti.
Horsens, ið liggur nummar fimm í Superligaini, vann í kvøld tryggan 3-0 sigur á útivølli ímóti Middelfart í 1/16 finaluni í steypakappingini. Útiliðið skoraði tvey mál innan seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki, og í 83.minutti lukkaði Lasse Kryger dystin við brotssparkið, og veteranurin gjørdist tvífaldur málskjútti.
Sonni Ragnar spældi allan dystin í miðverjuni, ið var mannða ið trimum leikarum, og var harvið við til at halda málið reint og fáa Horsens víðari. Hallur Hansson er fastur maður í Horsens, men í kvøld varð hann spardur og sat á bonkinum allar 90 minuttirnar.
(Mynd: Horsens Folkeblad)
Sunnudagin spældi Hallur allan dystin á tamb, tá Horsens vann sær øll trý stigini á útivølli ímóti Brøndby. Tá varð Sonni Ragnar skiftur inn í hálvleikinum, og spældi sínar fyrstu minuttir fyri Horsens á hesum sinni.
Landsliðsprofilarnir verða allarhelst aftur í hópinum, og vónandi við frá byrjan, tá Horsens tekur ímóti Esbjerg sunnudagin. Eftir hetta er næsta uppgávan Aserbadjan á Tórsvølli um eina stóra viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald