placeholder
Annað

Sonur Michael Schumacher nærkast Formel 1

Mick Schumacher fer at koyra Formel 2 í 2019.

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2018-11-27 17:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mick Schumacher nærkast Formel 1. Mick er sonur navnframa Michael Schumacher, sum vann Formel 1 sjey ferðir.

19 ára gamli Mick skal komandi ár koyra í Formel 2, sum er næst hægsta støði innan kappkoyring, beint undir Formel 1.

Týski tannáringurin longdi í dag um sáttmála sín við Prema Racing, sum samstundis flutti hann úr Formel 3 til Formel 2.

Mick gjørdist seinasta kappingarár heimsmeistari í Formel 3, skrivar TV2.

Mick er sum sagt sonur Michael Schumacher, sum gjørdist heimsmeistari í Formel 1 sjey ferðir frá 1994 til 2004. Hann gavst við koyringini í 2012.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder