Skála ÍF og Sorin Anghel steðga samstarvinum. Spælararnir á besta liðnum vóru kunnaðir um hetta í gjár.
Hesum boðar felagið frá í dag.
Sorin Anghel kom til felagið á sumri í fjør tá tað gekk illa at fáa stig á kontuna.
- Saman við hinum í venjaratoyminum megnaði Sorin at lyfta leikararnar og skapa spæligleði, hóast tað vísti seg at vera ógjørligt at venda gongdini móti niðurflyting. Okkurt gott úrslit kom í hús, og fleiri ferðir var tað um reppi at vit fingu úrtøku úr dystum. Móti endanum var tað nær við, men tá saman um kom, vóru vit ov stuttir til at yvirliva í deildini, skrivar felagið.
Í 1. deild í ár hevur tað gingið væl. Serliga í fyrru hálvu av kappingarárinum, og Skála endaði árið á fyrsta plássið og spælir aftur í Betri deildini næsta ár.
Enn er nýggjur venjari ikki settur.
- Felagið arbeiðir við øðrum loysnum viðvíkjandi venjarapostinum til næsta ár, og vóna vit at hetta er komið uppá pláss skjótt, sigur Skála Ítróttarfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald