Tvey tey størstu London-liðini vitjaðu í Suðuronglandi í dag. Arsenal var í Southampton, meðan Brighton tók ímóti Chelsea.
Arsenal hevur ikki tapt síðani í 2.umfarið móti Chelsea. Liðið hjá Unai Emery skuldi vinna í dag fyri at av álvara hanga í oddaliðunum. Men Southamtpon, ið hevur verið undir strikuni alt kappingarárið, avrikaði sera væl á degnum og koppaði Arsenal í einu lívligum dysti.
Heimaliðið kom á odda tríggar ferðir. Danny Ings skoraði tvey góð mál í 1. hálvleiki, men Mkhitaryan svaraði aftur í báðum førum. Bæði liðini søktu at eftir sigrinum og høvdu møguleikar, men fimm minuttir fyri tíð var tað aftur Southampton, ið sló til. Eftir eitt gott skjótálop fann innskifti Shane Long innskifta Charlie Austin, ið sendi bóltin í tóma málið, ið ein sprellandi Bernd Leno hevði latið staðið tømt. Harvið fekk heimaliðið ein sera góðan og umráðandi sigur; tann fyrsta hjá týska venjaranum Ralph Hassenhuttl. Arsenal misti eitt fet í stríðnum um topp-fýra.
Chelsea skoraði bæði málini í 1. hálvleiki í Brighton. Síðani helt liðið á 4. plássinum fast. Heimaliðið megnaði at minka um munin miðskeiðis í 2. hálvleiki, men Chelsea fekk tey trý stigini.
Nú klokkan 16.00 er stórdystur á Anfield, har United er á vitjan hjá Liverpool.
Sunnudagur 16.12 - 17.umfar:
13.30: Brighton - Chelsea 1-2 (0-2)
Southampton - Arsenal 3-2 (2-1)
16.00: Liverpool - Manchester United
Støðan:
1.Manchester City 44
2.Liverpool 42 *
3.Tottenham 39
4.Chelsea 37
5.Arsenal 34
6. Manchester United 26 *
7. Wolves 25
8. Everton 24
9. West Ham 24
10. Watford 24
11. Bournemouth 23
12. Leicester 22
13. Brighton 21
14. Newcastle 16
15. Crystal Palace 15
16. Cardiff 14
17. Southampton 12
18. Burnley 12
19. Huddersfield 10
20. Fulham 9
* Ein dyst færri
Fótbóltur
Southampton steðgaði ósigraðu gongdini hjá Arsenal
Southampton basti Arsenal í undihaldandi dyst - Chelsea greiddi sína skyldu.
Venjarin hjá Southampton, Ralph Hasenhüttl, fegnast saman við leikrum sínum eftir seinasta bríksl (Mynd: The Guardian)
2018-12-16 15:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald