Fótbóltur

Southampton støðgaði sigursrøðini hjá City - United stjól fjórða plássið

Eftir tólv sigrar á rað endaði tað í kvøld við javnleiki hjá oddaliðnum, sum nú hevur nú tólv stig niður til nummar tvey. Manchester United skoraði umstrítt mál í síðsta minutti í yvirtíðini móti West Ham og yvirhálaði harvið liðið hjá Moyes. Newcastle fekk týdningarmiklan sigur í Leeds. Ymiskt uttan fyri sjálvt spælið fylti í hinum báðum dystunum.

Pep Guardiola og hansara menn royndu í kvøld, fyri fyrstu ferð í longri tíð, at fara av vøllinum uttan sigur. Tó er oddastøðan ikki í vanda  (Mynd: EPA)

Pep Guardiola og hansara menn royndu í kvøld, fyri fyrstu ferð í longri tíð, at fara av vøllinum uttan sigur. Tó er oddastøðan ikki í vanda (Mynd: EPA)

2022-01-22 23:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm dystir í Premier League eru leiktir í dag. Talan er um 23. umfar.

Ymiskt, sum einki hevur við sjálvt spælið at gera, fylti nógv í fyrsta dystinum, sum var á Goodson Park. Steven Gerrard vitjaði aftur í heimbýnum, og Lucas Digne var aftur á leikvøllinum, sum var hansara heimavøllur fram til fyri tíggju døgum síðani. Digne legði upp til málið, sum Buendia skoraði í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, og meðan Aston Villa leikararnir fegnaðust varð ein fløska kasta móti fraklendinginum, og hon rakti hann og nýggja liðfelgaðan Matty Cash. Teir komu ikki av álvara til skaða og spældi víðari, men tann ið kastaði varð funnin, handtikin, og hann verður bannaður fyri lívið til dystir, upplýsir Everton. Málið gjørdist tað einasta í dystinum, hóast heimaliðið, ið hevur Duncan Ferguson sum fyribils venjara, av tí at Rafael Benitez er uppsagdur, trýsti væl eftir steðgin.

Eisini í Brentford varð nakað av drama. Ein drona fleyg yvir leikvøllin í áleið tjúgu minuttir, áðrenn hon varð eyðmerkt og funnið varð útav, at hon ikki var vandamikil. Í seinkaða seinna hálvleikinum komu trý mál - eitt sum Ivan Toney skoraði, og hini bæði stóðu portugisar hjá Wolves fyri: Joao Moutinho og Ruben Neves.

Í Leeds var spennandi dystur í botnstríðnum. Newcastle hevði harðliga tørv á stigum, og við beinleiðis fríspark frá Jonjo Shelvey eitt korter fyri tíð fekk nýríka liðið úr Norðuronglandi hann. Newcastle er tó framvegis undir niðurflytingarstrikuni.

[object Object]
Marcus Rashford hevur als ikki havt eitt gott kappingarár, men lokali álopskendi leikarin sló til sum innskiftari annan dystin á rað (Savnsmynd: EPA)

Á Old Trafford kom eisini bert eitt mál, og tað var ikki fyrrenn í 93. minutti, at tað eydnast heimaliðnum, ið var omaná, at fáa hol á. Ikki tí; United skapti ikki nógvar stórar málmøguleikar, men hevði betri tamarhald á mótstøðuliðnum, trýsti o.s.fr. enn leingi. Allir tríggir innskiftarnir gjørdu mun, tá dysturin kundi avgerast: Ronaldo, ið hesaferð spældi 90 minuttir og var betri við í spælinum, sendi Martial avstað, hann legði innum til Cavani, ið hart og flatt sendi bóltin yvirum til Marcus Rashford, sum setti seinasta fót á. Á sjónvarpsmyndunum sá tað avgjørt út sum, at Cavani var rangstaddur, og David Moyes var ónøgdur um støðuna. Tær myndirnar, ið VAR nýtti, eru komnar í ljósmála, og har sær tað meira ivasamt út. Líka legði Rangnick og lið hansara í; við sigrinum yvirhálaði United júst West Ham og liggur nú á Champions League-plássi.

Hetta kann Tottenham taka í morgin, og Arsenal kann eisini yvirhála United. Liverpool og Chelsea skulu royna at nærkast City, sum í dag misti stig fyri fyrstu ferð síðani síðst í oktober. Sigursrøðin á tólv dystir kom at enda í Southampton í kvøld. Heimaliðið fekk flúgvandi byrjan, og tað var Kyle Walker-Peters, ið skoraði í 7. minutti. Manchester City kom av álvara í gongd eftir steðgin, og hótti málið hjá Southampton ferð eftir ferð. Tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Aymeric Laporte, og næstu løtuna tyktist tað bert vera spurningur um tíð, áðrenn 1-2 málið kom. Tað gjørdi tað tó ongantíð, men meistararnir vera framvegis greitt oddalið eftir umfarið, sum heldur fram í morgin.

Premier League 23. umfar
Í dag, 22.01

Everton - Aston Villa 0-1 (0-1)
Brentford - Wolves 1-2 (0-0)
Leeds - Newcastle 0-1 (0-0)
Manchester United - West Ham United 1-0 (0-0)
Southampton - Manchester City 1-1 (1-0)

21.01
Watford - Norwich 0-3 (0-0)

23.01
14.00: Arsenal - Burnley 
           Crystal Palace - Liverpool
           Leicester - Brighton

16.30: Chelsea - Tottenham


Sí stigatalvuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder