Kvinnurnar hjá H71 spæla fyrru fjórðingsfinaluna ímóti HC Galychanka í EHF European Cup á útivølli. Tað upplýsir Anna Dam, forkvinna í H71, fyri Kringvarpinum.
Fyrri dysturin verður í Lviv í Ukraina sunnudagin 13. februar. Heimadysturin verður í Føroyum sjey dagar seinni, sunnudagin 20. februar.
Hetta er fyrstu ferð, at nakað føroyskt lið er komið so langt sum í fjórðingsfinaluni í einari altjóða kapping.
Dagføring 26. januar 2021 kl. 11:10: Síðani hendan greinin varð skrivað, er dagfestingin fyri útidystin í Lviv broytt. Dysturin verður leiktur 13. februar og ikki 12. februar, sum vit skrivaðu fyrst. Seinni dysturin verður leiktur á Hálsi 20. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald