Hoyvíkskvinnur luttaka í ár fyri fyrstu ferð í European Cup, og talan hevur verið um eina flúgvandi byrjan.
Tað er Høllin á Hálsi, sum er karmur um teir báðar dystirnar millum H71 og norðurmakedonska liðið WHC Cair-Skopje. Fyrri dysturin varð leiktur í gjárkvøldið, og hoyvíkskvinnur vunnu við heili 17 málum, 43-26.
Tískil skal nógv ganga galið, um H71 ikki skal vinna samanlagt.
Seinni dysturin verður klokkan 18 í kvøld, og tað er nokk av plássi í Høllini á Hálsi. Liggur tað ikki fyri at fara í høllina, kann atgongd til stroyming keypast á live.hsf.fo.
Sí eisini: Myndir: H71 smurdi gestirnar av
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald